15. desember 2015Nr. 130
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 118 frá 10. november 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 37 verður aftan á nr. 57 sum nýtt nr. sett:
”58) Ll. nr. 22 frá 16. mars 2012 um jarðhitaskipanir.“
Nr. 58-62 verða eftir hetta nr. 59-63.
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 15. desember 2015
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)