Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. oktober 2018Nr. 135
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
(Løgmaður røkir samferðslumál)
§ 1
Í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 118 frá 10. november 2015, fráboðan nr. 130 frá 15. desember 2015, fráboðan nr. 16 frá 9. mars 2016, fráboðan nr. 99 frá 30. september 2016, fráboðan nr. 126 frá 15. desember 2016, fráboðan nr. 17 frá 21. mars 2017, fráboðan nr. 14 frá 19. februar 2018, fráboðan nr. 84 frá 5. juni 2018 og fráboðan 118 frá 7. august 2018, verður í § 1, stk. 1 “Í samferðslumálum: Henrik Old, javnaðarflokkurin, Vágur.” broytt til: “Í samferðslumálum: Løgmaður.”
§ 2
Henda fráboðan fekk gildi 1. oktober 2018, kl. 12.
Løgmansskrivstovan, 3. oktober 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)