Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. desember 2023Nr. 138
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 5 frá 24. januar 2023, fráboðan nr. 13 frá 10. februar 2023, fráboðan nr. 30 frá 8. mars 2023 og fráboðan nr. 86 frá 28. juni 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 8 verður áðrenn nr. 1 sum nýtt nr. sett:
“1) L. nr. 68 af 29. marts 1893 om Afståelse af Grund til Fyranlæg m.m.”
Nr. 1-111 verða eftir hetta nr. 2-112.
2. Í § 8 verður aftan á nr. 111, sum verður nr. 112, sum nr. 113 og 114 sett:
“113) Ll. nr. 72 frá 22. mai 2023 um kapping.
114) L. nr. 762 af 13. juni 2023 for Færøerne om gennemførelse af restriktive foranstaltninger over for Rusland og Belarus, § 1, stk. 2 og 3 og § 2, stk. 1-3.”
3. Í § 10 verður aftan á nr. 12 sum nýtt nr. sett:
“13) Sbr. Ll. nr. 60 frá 22. mai 2023 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum sjóuppmerking og vitaverk).”
Nr. 13 verður eftir hetta nr. 14.
4. § 14, nr. 11 verður strikað.
Nr. 12-63 verða eftir hetta nr. 11-62.
5. Í § 14 verður aftan á nr. 63, sum verður nr. 62 sett:
“63) Ll. nr. 128 frá 1. desember 2023 um stuðul til at byggja stórhøll í Hoyvík.”
6. § 20, nr. 19 verður strikað.
Nr. 20-86 verða eftir hetta nr. 19-85.
7. Í § 20 verður aftan á nr. 86, sum verður nr. 85, sum nr. 86 og 87 sett:
“86) L. nr. 719 af 13. juni 2023 for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v., § 92.
87) Llk. nr. 109 frá 19. september 2023 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).”
8. Í § 26 verður sum nr. 37 sett:
“37) L. nr. 719 af 13. juni 2023 for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v., § 45, stk. 2.”
9. § 35 og yvirskriftin yvir § 35 verða strikaðar.
10. Í § 44, nr. 41, litra b, verður “nevndu grein” broytt til: “tí at seta krøv til førleika hjá tilbúgvingarmanning”.
11. Í § 49 verður nr. 33 strikað.
Nr. 34-69 verða eftir hetta nr. 33-68.
12. Í § 49, nr. 55, litra c, sum verður nr. 54, litra c, verður “nevndu greinum” broytt til: “tí at seta krøv til førleika hjá tilbúgvingarmanning”.
13. Í § 49 verður aftan á nr. 69, sum verður nr. 68, sum nr. 69 og 70 sett:
“69) Ll. nr. 111 frá 20. oktober 2023 um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka (Rúsdrekkalógin).
70) L. nr. 719 af 13. juni 2023 for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v., § 45, stk. 2 og § 100.”
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 12. desember 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)