8. november 2022Nr. 141
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
(Landsstýrismaður loystur úr starvi)
§ 1
Í fráboðan nr. 128 frá 16. september 2019 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 140 frá 4. november 2022 verður § 1, stk. 1, nr. 3 orðað soleiðis:
“3) Í uttanríkis- og mentamálum: Løgmaður.”
§ 2
Fráboðanin fær gildi 8. november 2022 kl. 11.00.
Løgmansskrivstovan, 8. november 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)