14. november 2022Nr. 144
Fráboðan um flokkar og bókstavamerking til løgtingsvalið 8. desember 2022
Við heimild í § 16, stk. 2 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið verður ásett:
§ 1. Við hesum verður gjørt kunnugt, at hesir flokkar kunnu luttaka í løgtingsvalinum 8. desember 2022:
1) Fólkaflokkurin, Listi A.
2) Sambandsflokkurin, Listi B.
3) Javnaðarflokkurin, Listi C.
4) Sjálvstýri, Listi D.
5) Tjóðveldi, Listi E.
6) Framsókn, Listi F.
7) Miðflokkurin, Listi H.
§ 2. Valevnislistar, sum siga seg taka undir við hesum flokkum til valið, skulu vera merktir við bókstavinum, sum stendur út fyri flokkinum.
Løgmansskrivstovan, 14. november 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)