Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. november 2018Nr. 145
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
(Nýggjur landsstýrismaður í samferðslumálum o.a.)
§ 1
Í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 118 frá 10. november 2015, fráboðan nr. 130 frá 15. desember 2015, fráboðan nr. 16 frá 9. mars 2016, fráboðan nr. 99 frá 30. september 2016, fráboðan nr. 126 frá 15. desember 2016, fráboðan nr. 17 frá 21. mars 2017, fráboðan nr. 14 frá 19. februar 2018, fráboðan nr. 84 frá 5. juni 2018, fráboðan 118 frá 7. august 2018 og fráboðan 135 frá 3. oktober 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 1 verður “Í samferðslumálum: Løgmaður.” broytt til: “Í samferðslumálum: Heðin Mortensen, javnaðarflokkurin, Tórshavn.” og “Í samferðslumálum: Heðin Mortensen, javnaðarflokkurin, Tórshavn.” verður sett seinast í røðini í stk. 1.
2. Í § 9 verður “og trygd” broytt til: “, trygd og veðurtænastu”.
3. Í § 19 verður nr. 31 strikað.
Nr. 32-94 verða eftir hetta nr. 31-93.
4. § 25 verður orðað soleiðis:
“§ 25. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:
1) L. nr. 7 af 30. januar 1875 om Udfærdigelse af reglementariske Bestemmelser for Benyttelsen af Havne m.m., sbr. ræðislógini § 2.
2) L. nr. 69 af 7. mai 1881 om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Færøerne, sbr. ræðislógini § 2.
3) L. nr. 127 af 29. apríl 1913 om anlæg af Havne m.v. på Færøerne, sbr. ræðislógini § 2.
4) L. nr. 313 af 22. juni 1917 om afståelse af grund til anlæg af sporforbindelse fra kulminer til udskibningssteder, sbr. ræðislógini § 2.
5) Ll. nr. 13 frá 20. mars 1958 um starvsmenn.
6) Ll. nr. 27 frá 8. mai 1969 um fýrverk.
7) Ll. nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir.
8) Ll. nr. 37 frá 1. juni 1978 um 40 tímars arbeiðsviku.
9) Ll. nr. 104 frá 19. oktober 1982 um hýruvognskoyring.
10) Ll. nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn.
11) Llk. nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu.
12) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.
13) A. nr. 720 af 5. september 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om erhvervsfremme, § 10, § 11, § 12 og § 13, sbr. ræðislógini § 2.
14) Ll. nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
15) Ll. nr. 86 frá 14. desember 1998 um útjavningarstuðul til útjaðaraøki.
16) Ll. nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund.
17) Ll. nr. 42 frá 24. mars 2000 um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.
18) Ll. nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi.
19) Ll. nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, tó ikki § 19, stk. 3.
20) Ll. nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning.
21) Ll. nr. 168 frá 21. desember 2001 um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð.
22) Ll. nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð.
23) Ll. nr. 15 frá 20. februar 2003 um at byggja samferðsluhavn á Syðradali.
24) Ll. nr. 83 frá 8. mai 2003 um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði.
25) Ll. nr. 137 frá 13. desember 2005 um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum.
26) Ll. nr. 21 frá 11. apríl 2006 um mál ið hoyra undir fasta gerðarrættin.
27) Ll. nr. 28 frá 30. apríl 2007 um spreingievni og spreingiarbeiði v.m.
28) Ll. nr. 46 frá 15. mai 2007 um kavaravinnu og kavaraútgerð.
29) Ll. nr. 20 frá 8. mai 2008 um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum.
30) L. nr. 462 frá 17. juni 2008 for Færøerne om udlændinges adgang til opholdstilladelse med henblik på visse former for beskæftigelse, § 5, stk. 1, § 6, stk. 6 og § 7.
31) Ll. nr. 43 frá 4. mai 2009 um at væla um Brúnna um Streymin.
32) Ll. nr. 51 frá 11. mai 2009 um vegføring oman fyri Skálafjørð.
33) Ll. nr. 58 frá 25. mai 2009 um tunlar norður um Fjall við tilhoyrandi vegum.
34) Ll. nr. 61 frá 25. mai 2009 um at gera partafelag at gera fast samband um Skopunarfjørð.
35) Ll. nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin), tó ikki § 79, stk. 5.
36) Ll. nr. 53 frá 26. mai 2010 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.
37) Ll. nr. 63 frá 26. mai 2011 um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.
38) Ll. nr. 61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving, tó bert §§ 35–39 og § 43.
39) Ll. nr. 18 frá 18. mars 2013 um tunnil til Viðareiðis við tilhoyrandi vegum.
40) Ll. nr. 58 frá 17. mai 2013 um stuðul til Hvalbiar kommunu til umvæling av brimverju.
41) Ll. nr. 30 frá 14. apríl 2014 um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy.
42) Ll. nr. 48 frá 12. mai 2015 um rætt hjá P/F Vága Floghavn at fáa upplýsingar frá Akstovuni.
43) Ll. nr. 127 frá 7. desember 2015 um at leingja atløgubryggjuna á samferðsluhavnini á Krambatanga.
44) Ll. nr. 56 frá 30. apríl 2018 um nýggjan Hvalbiartunnil við tilhoyrandi vegum.
45) Ll. nr. 137 frá 8. oktober 2018 um at byggja eykabát til Strandfaraskip Landsins.”
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi 20. november 2018.
Løgmansskrivstovan, 20. november 2018
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)