Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. oktober 2025Nr. 158
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 5 frá 24. januar 2023, fráboðan nr. 13 frá 10. februar 2023, fráboðan nr. 30 frá 8. mars 2023, fráboðan nr. 86 frá 28. juni 2023, fráboðan nr. 138 frá 12. desember 2023, fráboðan nr. 3 frá 1. februar 2024, fráboðan nr. 73 frá 18. juni 2024, fráboðan nr. 106 frá 8. november 2024, fráboðan nr. 109 frá 25. november 2024, fráboðan nr. 17 frá 27. februar 2025, fráboðan nr. 25 frá 10. mars 2025 og fráboðan nr. 123 frá 8. juli 2025, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 19, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um hvussu og hvørji staðarnøvn skulu nýtast av teimum í Føroyum, og um listprýðing av byggiverkætlanum hjá landinum.”
2. § 20, nr. 62 verður strikað.
Nr. 63-70 verða eftir hetta nr. 62-69.
3. § 20, nr. 71 verður strikað.
Nr. 72-77 verða eftir hetta nr. 70-75.
4. § 20, nr. 78 verður strikað.
Nr. 79-82 verða eftir hetta nr. 76-79.
5. § 20, nr. 83 verður strikað.
Nr. 84-91 verða eftir hetta nr. 80-87.
6. § 21, stk. 3 verður strikað.
7. § 33, stk. 2 verður strikað.
Stk. 3 verður eftir hetta stk. 2.
8. Í § 37 verður sum stk. 2. sett:
“Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um:
1) Leigumál og keyp og sølu av fastogn.
2) Nýbygging og umbygging.
3) Nýtslu av byggiráðgeving.
4) Viðgerð av studningsmálum viðvíkjandi fastogn.
5) Viðlíkahald.”
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 17. oktober 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)