Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. mars 2016Nr. 16
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 118 frá 10. november 2015 og fráboðan nr. 130 frá 15. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Løgmaður varðar av ognunum í Tinganesi og ger av, hvør ið húsast skal í einstøku ognunum á matr. nr. 1, 2, 3, 7, 9, 10, 12a, 12c, 13, 17b, 18b, 18f, 36, 149 og 180g.“
2. Í § 8 verða sum nr. 35 og 36 sett:
“35) Ll. nr. 159 frá 24. desember 2015 um veiðigjald á svartkjaft í 2015.
36) Ll. nr. 180 frá 29. desember 2015 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2016.“
3. Í § 13 verður nr. 75 strikað.
Nr. 76 verður eftir hetta nr. 75.
4. Í § 13 verður nr. 77 strikað.
Nr. 78-81 verða eftir hetta nr. 76-79.
5. Í § 13 verður sum nr. 80 sett:
“80) Ll. nr. 168 frá 24. desember 2015 um at keypa tænastuveitingar og tøkni til verkætlanina Talgildu Føroyar.“
6. Í § 14, stk. 1 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Somuleiðis umsitur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kunningartøkni.“
7. Í § 15, nr. 3 verður aftan á ”tinglýsingargjøld” sett: ”og loyvisgjald á alivinnu”.
8. Í § 15, nr. 6 verður aftan á ”útflutningi” sett: ”, tó ikki viðvíkjandi inn- og útflutningi av kunningartøknisupplýsingum”.
9. Í § 16, verður aftan á nr. 1 sum nýtt nr. sett:
”2) Sbr. yvirtøkulógini § 1, stk. 2: Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, tó bert teir partar sum snúgva seg um nettrygd.”
Nr. 2 verður eftir hetta nr. 3.
10. Í § 19 verður aftan á nr. 84 sum nýtt nr. sett:
“85) Ll. nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu.“
Nr. 85-88 verða eftir hetta nr. 86-89.
11. Í § 20, stk. 1 verður “kunningartøkni,“ strikað.
12. Í § 21 verður sum nýtt nr. 1 sett:
”1) Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 6: Loyvisgjald á alivinnu.”
Nr. 1-7 verða eftir hetta nr. 2-8.
13. Í § 21 verður nr. 8 strikað.
14. Í § 22, nr. 1 verður aftan á ”verjupolitikk” sett: ”, tó ikki teir partar av verjupolitikki sum snúgva seg um nettrygd”.
15. Í § 22 verður sum nr. 6 sett:
”6) Sbr. heimastýrislógini lista B nr. 5: Eftirlit við inn- og útflutningi tó bert viðvíkjandi inn- og útflutningi av kunningartøknisupplýsingum.”
16. Í § 25 verður sum nr. 13 sett:
“13) A. nr. 720 af 5. september 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om erhvervsfremme, § 10, § 11, § 12 og § 13, sbr. ræðislógini § 2.“
Nr. 13-39 verða eftir hetta nr. 14-40.
17. Í § 25 verður nr. 40 strikað.
18. Í § 25 verður sum nr. 45 sett:
“45) Ll. nr. 127 frá 7. desember 2015 um at leingja atløgubryggjuna á samferðsluhavnini á Krambatanga.“
19. Í § 27 verður sum nr. 7 sett:
“7) Sbr. Ll. nr. 54 frá 7. juni 2008 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Mát og vekt.“
20. Í § 31 verður nr. 23 strikað.
Nr. 24-25 verða eftir hetta nr. 23-24.
21. Í § 31 verður nr. 26 strikað.
Nr. 27-28 verða eftir hetta nr. 25-26.
22. Í § 31 verður sum nr. 27 sett:
“27) Ll. nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti.“
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 9. mars 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)