Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2021Nr. 169
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
(Landsstýrismenn loystir úr starvi)
§ 1
Í fráboðan nr. 128 frá 16. september 2019 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 130 frá 3. oktober 2019, fráboðan 135 frá 28. oktober 2019, fráboðan nr. 113 frá 1. juli 2020, fráboðan nr. 173 frá 8. desember 2020, fráboðan nr. 116 frá 20. juli 2021 og fráboðan nr. 124 frá 19. august 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 1, nr. 2 verður orðað soleiðis:
“2) Í fiskivinnumálum: Løgmaður.”
2. § 1, stk. 1, nr. 5 verður orðað soleiðis:
“5) Í almannamálum: Løgmaður.”
§ 2
Fráboðanin fær gildi 20. desember 2021 kl. 11.00.
Løgmansskrivstovan, 20. desember 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)