Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. februar 2022Nr. 17
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
(Nýggjur varaløgmaður og landsstýrismaður í fíggjarmálum)
§ 1
Í fráboðan nr. 128 frá 16. september 2019 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 130 frá 3. oktober 2019, fráboðan nr. 135 frá 28. oktober 2019, fráboðan nr. 113 frá 1. juli 2020, fráboðan nr. 173 frá 8. desember 2020, fráboðan nr. 116 frá 20. juli 2021, fráboðan nr. 124 frá 19. august 2021, fráboðan nr. 169 frá 20. desember 2021, fráboðan nr. 2 frá 6. januar 2022 og fráboðan nr. 16 frá 16. februar 2022, verður § 1 orðað soleiðis:
“§ 1. Landsstýrismenninir eru:
1) Í fíggjarmálum: Uni Rasmussen, fólkaflokkurin, Norðragøta.
2) Í heilsumálum: Kaj Leo Holm Johannesen, sambandsflokkurin, Tórshavn.
3) Í uttanríkis- og mentamálum: Jenis Krisjan av Rana, miðflokkurin, Tórshavn.
4) Í umhvørvis- og vinnumálum: Magnus Rasmussen, sambandsflokkurin, Lamba.
5) Í fiskivinnumálum: Árni Skaale, fólkaflokkurin, Klaksvík.
6) Í almannamálum: Sólvit Emilsson Nolsø, fólkaflokkurin, Tórshavn.
Stk. 2. Varaløgmaður er Uni Rasmussen. Berst honum frá, er tann varaløgmaður, sum er næstur honum sambært regluni í stýrisskipanarlógini, § 36, 2. og 3. pkt..”
§ 2
Fráboðanin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 23. februar 2022 kl. 13.30.
Løgmansskrivstovan, 23. februar 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)