27. februar 2025Nr. 17
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar
(Landsstýrismaður loystur úr starvi)
§ 1
Í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 5 frá 24. januar 2023, fráboðan nr. 13 frá 10. februar 2023, fráboðan nr. 30 frá 8. mars 2023, fráboðan nr. 86 frá 28. juni 2023, fráboðan nr. 138 frá 12. desember 2023, fráboðan nr. 3 frá 1. februar 2024, fráboðan nr. 73 frá 18. juni 2024, fráboðan nr. 106 frá 8. november 2024 og fráboðan nr. 109 frá 25. november 2024, verður § 1, stk. 1, nr. 5 orðað soleiðis:
“5) Í fiskivinnu- og samferðslumálum: Sirið Stenberg, tjóðveldi, Vágur.”
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 27. februar 2025 kl. 15.30.
Løgmansskrivstovan, 27. februar 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)