1. desember 2025Nr. 190
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 181 frá 24. november 2025 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar verður í § 1, stk. 1, nr. 4 gjørd tann broyting at “Súsanna Bertholdsen, Javnaðarflokkurin, Tvøroyri.” verður broytt til: “Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin, Tórshavn.”
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi 2. desember 2025.
Løgmansskrivstovan, 1. desember 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)