Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mars 2025Nr. 25
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar
(Umskipan av landsstýrinum)
§ 1
Í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 5 frá 24. januar 2023, fráboðan nr. 13 frá 10. februar 2023, fráboðan nr. 30 frá 8. mars 2023, fráboðan nr. 86 frá 28. juni 2023, fráboðan nr. 138 frá 12. desember 2023, fráboðan nr. 3 frá 1. februar 2024, fráboðan nr. 73 frá 18. juni 2024, fráboðan nr. 106 frá 8. november 2024, fráboðan nr. 109 frá 25. november 2024 og fráboðan nr. 17 frá 27. februar 2025, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninir eru:
1) Í uttanríkis- og vinnumálum: Sirið Stenberg, tjóðveldi, Vágur.
2) Í fíggjarmálum: Ruth Vang, framsókn, Tórshavn.
3) Í umhvørvismálum: Margit Stórá, javnarflokkurin, Tórshavn.
4) Í barna- og útbúgvingarmálum: Djóni Nolsøe Joensen, javnaðarflokkurin, Tórshavn.
5) Í lógarmálum: Bjarni Kárason Petersen, framsókn, Tórshavn.
6) Í heilsumálum: Súsanna Bertholdsen, javnaðarflokkurin, Tvøroyri.
7) Í fiskivinnu- og samferðslumálum: Jóhan Christiansen, tjóðveldisflokkurin, Leirvík.
8) Í almanna- og mentamálum: Eirikur í Jákupsstovu, tjóðveldi, Klaksvík.”
2. Í yvirskriftini til kapitul 3, § 8, tvær staðni í § 9, stk. 1, § 9, stk. 2, § 10, § 11, § 12 og § 13 verður “Landsstýrismaðurin” broytt til: “Landsstýriskvinnan”.
3. Í yvirskriftini til kapitul 4, § 14, tvær staðni í § 15, stk. 1, § 15, stk. 2, § 16, § 17, § 18 og § 19, stk. 1 og 2 verður “Landsstýriskvinnan” broytt til: “Landsstýrismaðurin”.
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi 10. mars 2025, kl. 17.00.
Løgmansskrivstovan, 10. mars 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)