Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. apríl 2015Nr. 27
Fráboðan frá løgmanni um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 148 frá 14. november 2011 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 14 frá 15. februar 2012, fráboðan nr. 16 frá 16. februar 2012, fráboðan nr. 113 frá 20. november 2012, fráboðan nr. 31. frá 30. apríl 2013, fráboðan nr. 115 frá 19. september 2013, fráboðan nr. 121 frá 23. oktober 2013 og fráboðan nr. 92 frá 4. september 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður nr. 14 strikað.
Nr. 15-46 verða eftir hetta nr. 14-45.
2. Í § 14 verður sum nr. 103 sett:
“103) Ll. nr. 136 frá 19. desember 2014 um endurgjald til kommunur vegna frádráttir og serskattaskipanir.“
3. Í § 26 verður aftaná nr. 8 sum nýtt nr. sett:
“9) L. nr. 225 af 31. mai 1968 om anmeldelse af fødsler og dødsfald, § 4.“
Nr. 9-79 verða eftir hetta nr. 10-80.
4. Í § 27, stk. 2 verður aftaná nr. 8 sum nýtt nr. sett:
“9) Klaksvíksgrunnurin.“
Nr. 9-15 verða eftir hetta nr. 10-16.
5. Í § 44 verður sum nr. 59 sett:
“59) Ll. nr. 119 frá 15. desember 2014 um avgjald á veiðu av makreli og norðhavssild í 2015.“
§ 2
Fráboðanin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 17. apríl 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)