Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. februar 2024Nr. 3
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar
(Allir undirsjóvartunlarnir verða fluttir til løgmann at fyrisita o.a.)
§ 1
Í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 5 frá 24. januar 2023, fráboðan nr. 13 frá 10. februar 2023, fráboðan nr. 30 frá 8. mars 2023, fráboðan nr. 86 frá 28. juni 2023 og fráboðan nr. 138 frá 12. desember 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Løgmaður hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá løgmanni og landsstýrinum í hesum lógum:
1) Færø Amts Kundgørelse nr. 11 af 31. mars 1948 af Lov om Færøernes Hjemmestyre, § 6, stk. 2.
2) Ll. nr. 42 frá 17. juli 1959 um flaggið, § 5.
3) L. nr. 28 af 29. januar 1964 om en investeringsfond for Færøerne, § 2 og § 3, stk. 3.
4) Ll. nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, § 3, stk. 1, hvat viðvíkur setan í starv av tænastumonnum í 39. lønarflokki og hægri í samráði við avvarðandi landsstýrismann.
5) Ll. nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið, § 15, stk. 2, og § 16, stk. 1 og 2.
6) Ll. nr. 10 frá 8. januar 1993 um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
7) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya:
a) § 1, § 6, stk. 2 og 3, §§ 9, 12 og 13, § 15, stk. 1, §§ 21 og 26, § 27, stk. 2, 2. pkt., § 28, stk. 5, §§ 29 og 30, § 31, 3. pkt., og §§ 33, 36, 37 og 48.
b) § 51, og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøki í Danmark.
8) Ll. nr. 90 frá 4. juni 1996 um ábyrgd landsstýrisins, § 9, stk. 1.
9) Ll. nr. 75 frá 5. november 1998 um Føroya Realkreditstovn (Realin), § 1, stk. 2, § 2, stk. 1, § 4, § 5, stk. 2 og 4, § 7, stk. 4 og §§ 13 og 16.
10) Ll. nr. 6 frá 8. februar 2000 um fast samband um Vestmannasund.
11) Ll. nr. 168 frá 21. desember 2001 um stovnan av partafelagi at gera fast samband um Leirvíksfjørð.
12) Ll. nr. 33 frá 26. mars 2002 um fast samband um Leirvíksfjørð.
13) Ll. nr. 31 frá 6. mars 2003 um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing.
14) Ll. nr. 77 frá 6. mai 2003 um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m.
15) Ll. nr. 60 frá 7. juni 2007 um fólkakirkjuna í Føroyum, § 15, stk. 1, og § 16, stk. 1.
16) Ll. nr. 30 frá 14. apríl 2014 um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy.
17) Ll. nr. 63 frá 22. mai 2023 um ókeypis at avhenda ymiskt tilfar til P/F Suðuroyartunnilin.”
2. Í § 4, nr. 2 verður “suðuroyartunlinum” broytt til: “undirsjóvartunlunum”.
3. Í § 26 verður sum nr. 38 sett:
“38) Ll. nr. 134 frá 8, desember 2023 um at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan.”
4. § 32, nr. 19, 20 og 27 verða strikað.
Nr. 21-26 verða eftir hetta nr. 19-24 og nr. 28-36 verða eftir hetta nr. 25-33.
5. Í § 34, nr. 2 verður “suðuroyartunlinum” broytt til: “undirsjóvartunlunum”.
6. § 49, nr. 58 verður strikað.
Nr. 59-70 verða eftir hetta nr. 58-69.
7. Í § 49 verður sum nr. 70 sett:
“70) Lb. nr. 1432 af 1. december 2023 af lov om folketingsvalg på Færøerne § 8, stk. 2, § 9, stk. 1 og § 20.”
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 1. februar 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)