Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2013Nr. 31
Fráboðan frá løgmanni um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 148 frá 14. november 2011 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 113 frá 20. november 2012 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 26 verður sum nr. 74 sett:
“74) Ll. nr. 14 frá 28. februar 2013 um mentanarsøgulig skip.”
2. Í § 26 verður sum nr. 75 sett:
“75) Ll. nr. 17 frá 18. mars 2013 um at um- og útbyggja miðnámsskúlarnar á Kambsdali.”
3. Í § 27, stk. 1 verður sum 2. pkt. sett:
“Eisini umsitir hann mál um at gera eina antikvariska serskipan fyri Koltur.”
4. Í § 27, stk. 2 verður sum nr. 15 sett:
"15) Tórsvallargrunninum."
5. Í § 32, stk. 1 verður sum nýtt nr. 61 sett:
"61) Ll. nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum."
Nr. 61-102 verða eftir hetta nr. 62-103.
6. Í § 32 verður sum nr. 104 sett:
“104) Ll nr. 16 frá 11. mars 2013 um at byggja nýggja Nólsoyarferju.”
7. Í § 33, stk. 1 verður sum 2. pkt. sett:
“Eisini umsitir hann persónsupplýsingar.”
8. Í § 38 verður nr. 65 strikað.
9. Í § 38 verður nr. 94 strikað.
10. Í § 38 verður sum nr. 96 sett:
“96) Ll. nr. 18 frá 18. mars 2013 um tunnil til Viðareiðis við tilhoyrandi vegum.”
11. Í § 39, stk. 1 verður “persónsupplýsingar,” strikað.
12. Í § 44 verður nr. 29 strikað.
13. Í § 44 verður sum nr. 32 sett:
“32) Løgtingslóg nr. 73 frá 7. juni 2012 um gjøld í sambandi við fiskiskap eftir makreli í 2012 og 2013.”
§ 2
Fráboðanin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 30. apríl 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)