Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. apríl 2019Nr. 34
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
(Dagføringar)
§ 1
Í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 118 frá 10. november 2015, fráboðan nr. 130 frá 15. desember 2015, fráboðan nr. 16 frá 9. mars 2016, fráboðan nr. 99 frá 30. september 2016, fráboðan nr. 126 frá 15. desember 2016, fráboðan nr. 17 frá 21. mars 2017, fráboðan nr. 14 frá 19. februar 2018, fráboðan nr. 84 frá 5. juni 2018, fráboðan nr. 118 frá 7. august 2018, fráboðan nr. 135 frá 3. oktober 2018, fráboðan nr. 145 frá 20. november 2018, fráboðan nr. 6 frá 21. januar 2019 og fráboðan nr. 9 frá 14. februar 2019 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 13 verða sum nr. 84 og 85 sett:
“84) Ll. nr. 11 frá 19. februar 2019 um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk (Varskógvaralógin).
85) L. nr. 325 af 30. mars 2019 for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes ved pengeoverførsler § 2.”
2. Í § 37 verður sum nr. 61 sett:
“61) A. nr. 189 af 12. februar 2019 om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information, sbr. ræðislógini § 2.”
3. Í § 38, stk. 1 verður “lendisskipan,” broytt til: “kort- og landmátingarmyndugleika, lendisskipan,”.
4. Í § 39 verður sum nr. 13 sett:
“13) Sbr. Ll. nr. 151 frá 12. desember 2018 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)”
5. Í § 40 verður nr. 2 strikað.
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 3. apríl 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)