Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. juni 2024Nr. 73
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 5 frá 24. januar 2023, fráboðan nr. 13 frá 10. februar 2023, fráboðan nr. 30 frá 8. mars 2023, fráboðan nr. 86 frá 28. juni 2023, fráboðan nr. 138 frá 12. desember 2023 og fráboðan nr. 3 frá 1. februar 2024, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, nr. 14 verður “nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m.” broytt til: “nevnd at geva tilmæli um samsýningar og eftirløn o.a. til landsstýrisfólk og løgtingsfólk.”
2. § 8, nr. 82 verður strikað.
Nr. 83-86 verða eftir hetta nr. 82-85.
3. Í § 8 verður aftan á nr. 86, sum verður nr. 85, sum nýtt nr. sett:
“86) A. nr. 187 af 8. februar 2017 om ikrafttræden for Færøerne af søloven.”
4. Í § 8 verða sum nr. 115 og 116 sett:
“115) Ll. nr. 65 frá 30. mai 2024 um tøkugjald.
116) Løgtingslóg nr. 66 frá 30. mai 2024 um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin), tó ikki § 7, stk. 4.”
5. Í § 10, nr. 5 verður “Matstovur og gistingarhús.” strikað.
6. Í § 10 verður aftan á nr. 13 sum nýtt nr. sett:
“14) Sbr. Ll. nr. 38 frá 16. mai 2024 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Sjórættur.”
Nr. 14 verður eftir hettar nr. 15.
7. § 11, nr. 5 verður strikað.
8. Í § 14 verða sum nr. 64 og 65 sett:
“64) Ll. nr. 17 frá 26. mars 2024 um Brekumboð.
65) Ll. nr. 63 frá 30. mai 2024 um at veita landskassastuðul til Oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027.”
9. Í § 20 verður sum nr. 88 sett:
“88) Ll. nr. 62 frá 30. mai 2024 um heildarætlan fyri Kjarnuna.”
10. § 25, stk. 2, nr. 5, 6, 9 og 10 verða strikað.
Nr. 7-8 verða eftir hetta nr. 5-6 og nr. 11 verða eftir hetta nr. 7.
11. § 26, nr. 11 verður strikað.
Nr. 12-38 verða eftir hetta nr. 11-37.
12. Í § 26, nr. 34, sum verður nr. 33, verður “Fólkaheilsustýrið” broytt til: “Heilsustýrið”.
13. Í § 26 verður aftan á nr. 38, sum verður nr. 37, sum nýtt nr. sett:
“38) Ll. nr. 59 frá 29. mai 2024 um vevnaðarskrá, genomskrá, diagnosuskrá og ættarbandsskrá til gransking í mannaílegum og persónslagað medisin (Ílegulógin).”
14. Í § 32 verður aftan á nr. 19 sum nýtt nr. sett:
“20) Ll. nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, § 22, stk. 3, § 23, stk. 2 og § 24, stk. 2.”
Nr. 20-33 verða eftir hetta nr. 21-34.
15. Í § 33, stk. 1, 1. pkt. verður “bjarging” broytt til: “bjarging og tilbúgving til oljudálking og kemikaliudálking á sjónum”.
16. Í § 33, stk. 2, nr. 1 verður “keyp” broytt til: “keyp og sølu”.
17. Í § 33, stk. 2 verða sum nr. 2-5 sett:
“2) Nýbygging og umbygging.
3) Nýtslu av byggiráðgeving.
4) Viðgerð av studningsmálum viðvíkjandi fastogn.
5) Viðlíkahald.”
18. Í § 38 verða sum nr. 40-43 sett:
“40) Ll. nr. 32 frá 10. mai 2024 um føroyskan førleikakarm.
41) Ll. nr. 33 frá 10. mai 2024 um Kervi+.
42) Ll. nr. 57 frá 29. mai 2024 um prosjektering av felagsbygningi til kampus hjá Fróðskaparsetri Føroya fram til útboð.
43) Ll. nr. 58 frá 29. mai 2024 um føroyskt sum annaðmál.”
19. § 44, nr. 23 verður strikað.
Nr. 24-47 verða eftir hetta nr. 23-46.
20. Í § 44, nr. 28, sum verður nr. 27, verður aftan á “havumhvørvinum” sett: “, tó ikki § 22, stk. 3, § 23, stk. 2 og § 24, stk. 2”.
21. Í § 44, nr. 32, sum verður nr. 31, verður “framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni” broytt til: “el og fjarhita (Elveitingarlógin)”.
22. Í § 44 verða sum nr. 47-49 sett:
“47) Ll. nr. 28 frá 1. mai 2024 um at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina.
48) Ll. nr. 40 frá 16. mai 2024 um pantskipan fyri íløt.
49) Løgtingslóg nr. 66 frá 30. mai 2024 um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin), tó bert § 7, stk. 4.”
23. Í § 46 verður aftan á nr. 8 sum nýtt nr. sett:
“9) Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 15: Matstovur og gistingarhús.”
Nr. 9-11 verða eftir hettar nr. 10-12.
24. § 49, nr. 10 verður strikað.
Nr. 11-70 verða eftir hetta nr. 10-69.
25. Í § 49 verður aftan á nr. 70, sum verður nr. 69, sum nýtt nr. sett:
“70) Llk. nr. 8 frá 20. februar 2024 um revsing (Revsilógin), § 252, stk. 3.”
26. Í § 51, nr. 5 verður orðað soleiðis:
“5) Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 15: Reglur um rúsdrekka. Matstovur og gistingarhús.”
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, tó koma § 1, nr. 14, 15 og 20 í gildi 1. januar 2025.
Løgmansskrivstovan, 18. juni 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)