Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. juni 2019Nr. 79
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
(Dagføringar)
§ 1
Í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 118 frá 10. november 2015, fráboðan nr. 130 frá 15. desember 2015, fráboðan nr. 16 frá 9. mars 2016, fráboðan nr. 99 frá 30. september 2016, fráboðan nr. 126 frá 15. desember 2016, fráboðan nr. 17 frá 21. mars 2017, fráboðan nr. 14 frá 19. februar 2018, fráboðan nr. 84 frá 5. juni 2018, fráboðan nr. 118 frá 7. august 2018, fráboðan nr. 135 frá 3. oktober 2018, fráboðan nr. 145 frá 20. november 2018, fráboðan nr. 6 frá 21. januar 2019, fráboðan nr. 9 frá 14. februar 2019 og fráboðan nr. 34 frá 3. apríl 2019 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 13 verða sum nr. 86 og 87 sett:
“86) Ll. nr. 69 frá 9. mai 2019 um talgildan samleika.
87) Ll. nr. 70 frá 9. mai 2019 um Virkisskrá.”
2. Í § 19 verður sum nr. 95 sett:
“95) Ll. nr. 49 frá 7. mai 2019 um fimta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.”
3. Í § 37 verður sum nr. 62 sett:
“62) Ll. nr. 53 frá 7. mai 2019 um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð.”
4. § 43, nr. 30-40 verða orðað soleiðis:
“30) Ll. nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya.
31) Ll. nr. 59 frá 15. mai 2012 um málráð.
32) Ll. nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar.
33) Ll. nr. 53 frá 15. mai 2014 um at útvega undirvísingarmiðlar o.a.
34) Ll. nr. 67 frá 15. mai 2014 um førleikameting.
35) Ll. nr. 79 frá 22. mai 2015 um skúladepil í Marknagili.
36) Ll. nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin).
37) Ll. nr. 58 frá 30. apríl 2018 um at umbyggja og útbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali.
38) Ll. nr. 42 frá 26. apríl 2019 um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving
39) Ll. nr. 67 frá 9. apríl 2019 um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan.
40) Ll. nr. 68 frá 9. mai 2019 um studningslán til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík.”
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 3. juni 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)