Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. juni 2023Nr. 86
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 5 frá 24. januar 2023, fráboðan nr. 13 frá 10. februar 2023 og fráboðan nr. 30 frá 8. mars 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður sum nr. 13 sett:
“13) Ll. nr. 63 frá 22. mai 2023 um ókeypis at avhenda ymiskt tilfar til P/F Suðuroyartunnilin.”
2. Í § 8 verður aftan á nr. 26 sum nýtt nr. sett:
“27) Ll. nr. 4 frá 15. januar 1988 um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki.”
Nr. 27-57 verða eftir hetta nr. 28-58.
3. § 8, nr. 58 verður strikað.
4. Í § 8 verður sum nr. 111 sett:
“111) Ll. nr. 77 frá 1. juni 2023 um grundvatn.”
5. § 14, nr. 28 verður strikað.
Nr. 29-63 verða eftir hetta nr. 28-62.
6. Í § 14 verður sum nr. 63 sett:
“63) Ll. nr. 78 frá 1. juni 2023 um bókasøvn (Bókasavnslógin).”
7. Í § 20 verða sum nr. 84-86 sett:
“84) Ll. nr. 48 frá 19. apríl 2023 um lántøku til landskassan fyri 2023.
85) Ll. nr. 66 frá 22. mai 2023 um talgilda samleikakortið.
86) Ll. nr. 68 frá 22. mai 2023 um almennu talgildu postskipanina Mínboks.”
8. Í § 26 verður sum nr. 36 sett:
“36) Ll. nr. 65 frá 22. mai 2023 um at umbyggja hølini hjá Apoteksverkinum á Staravegi 15 í Tórshavn.”
9. Í § 32, nr. 13, verður “fjarfiskaflotanum” broytt til: “fjarfiskiflotanum”.
10. Í § 38 verða sum nr. 38 og 39 sett:
“38) Ll. nr. 49 frá 19. apríl 2023 um at umbyggja og útbyggja eftirskúlan Rásina.
39) Ll. nr. 83 frá 22. juni 2023 um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum.”
11. § 44, nr. 21 verður strikað.
Nr. 22-47 verða eftir hetta nr. 21-46.
12. Í § 44 verður sum nr. 47 sett:
“47) Ll. nr. 70 frá 22. mai 2023 um náttúruvernd (Náttúruverndarlógin).”
13. § 54, stk. 1, nr. 6 verður strikað.
Nr. 7-9 verða eftir hetta nr. 6-8.
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 28. juni 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)