Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. februar 2019Nr. 9
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
(Nýggjur landsstýrismaður í skúlamálum, mentamál og norðurlandamál løgd saman við fiskivinnumálum, vitamál flutt til fiskivinnu og dagføringar)
§ 1
Í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 118 frá 10. november 2015, fráboðan nr. 130 frá 15. desember 2015, fráboðan nr. 16 frá 9. mars 2016, fráboðan nr. 99 frá 30. september 2016, fráboðan nr. 126 frá 15. desember 2016, fráboðan nr. 17 frá 21. mars 2017, fráboðan nr. 14 frá 19. februar 2018, fráboðan nr. 84 frá 5. juni 2018, fráboðan 118 frá 7. august 2018, fráboðan nr. 135 frá 3. oktober 2018, fráboðan nr. 145 frá 20. november 2018 og fráboðan nr. 6 frá 21. januar 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 1 verður “Í mentamálum: Løgmaður.” broytt til: “Í skúlamálum: Hanna Jensen, framsókn, Norðragøta.” og “Í skúlamálum: Hanna Jensen, framsókn, Norðragøta.” verður sett seinast í røðini í stk. 1.
2. § 8 verður orðað soleiðis:
“§ 8. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:
1) L. nr. 71 af 7. apríl 1899 om salg af indenlandske haveprodukter og indenlandsk frugt ved offentlig auktion, sbr. ræðislógini § 2.
2) L. nr. 55 af 27. marts 1903 om foranstaltninger mod udbredelse af rustsvampe, sbr. ræðislógini § 2.
3) Lov nr. 88 af 15. maj 1903 om Valgmenigheder, sbr. ræðislógini § 2.
4) L. nr. 128 af 28. april 1916 om Afstaaelse af Grund til Kirker og Kirkegaarde, sbr. ræðislógini § 2.
5) L. nr. 246 af 9. mai 1917 om landboforeningers og husmandsforeningers auktioner m.m., sbr. ræðislógini § 2.
6) A. nr. 441 af 21.11.1923 hvorved Lov nr. 353 af 7. August 1922 om den offentlige Fred paa Folkekirkens Helligdage samt Grundlovsdagen sættes i Kraft på Færøerne, § 2 b, sbr. ræðislógini § 2.
7) L. nr. 84 af 31. mars 1926 for Færøerne om landvæsenskommisioner.
8) L. nr. 73 af 23. marts 1932 om midler til bekæmpelse af plantesygdomme m.m., sbr. ræðislógini § 2.
9) L. nr. 170 af 18. mai 1937 for Færøerne om Grandestævne m.m., sbr. ræðislógini § 2.
10) L. nr. 171 af 18. mai 1937 for Færøerne om hegn og markfred, § 8, stk. 1, § 15, stk. 2 og § 44.
11) L. nr. 172 af 18. mai 1937 for Færøerne om Haugers styrelse og drift m.m., § 41, stk. 3 og § 47.
12) L. nr. 370 af 21. december 1938 for Færøerne om bekæmpelse af smitsomme plantesygdomme og skadedyr, sbr. ræðislógini § 2.
13) Ll. nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum.
14) Ll. nr. 32 frá 2. mai 1952 um fornminnissavn.
15) Ll. nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu v.m.
16) Ll. nr. 26 frá 17. august 1955 um Føroya Náttúrugripasavn.
17) Ll. nr. 29 frá 24. apríl 1957 um Havnar Skansa.
18) Ll. nr. 18 frá 4. mai 1961 um studning til frama fyri húsdýraalingina og húsdýrahaldið v.m.
19) L. nr. 225 af 31. mai 1968 om anmeldelse af fødsler og dødsfald, § 4.
20) L. nr. 185 af 28. apríl 1971 om nordisk samarbejde.
21) Ll. nr. 17 frá 9. mai 1972 um bygdasøvn við um bygdasøvn við mentunarsøguligum virksemi.
22) Ll. nr. 33 frá 26. juni 1973 um sendinevnd Føroya til Norrøna ráðið.
23) Ll. nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu.
24) Ll. nr. 93 frá 4. oktober 1984 um biografar.
25) Ll. nr. 128 frá 25. oktober 1988 um haruveiðu.
26) Ll. nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn.
27) Ll. nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu av fiski.
28) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya:
a) § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.
b) § 52 og § 54, stk. 1, hvat viðvíkur samráðingar um fyrisitingarligar sáttmálar viðvíkjandi fiskirættindum umframt fundir um fiskirættindi, ið fara fram í NEAFC.
29) Ll. nr. 72 frá 20. mai 1996 um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota.
30) Ll. nr. 84 frá 28. mai 1996 um stuðul til menning av fiskivinnu á landi.
31) Ll. nr. 26 frá 14. mars 1997 um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskaflotanum.
32) Ll. nr. 14 frá 3. mars 1999 um stuðul til flutning av fiski.
33) A. nr. 885 af 8. desember 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om begravelse og ligbrænding (Begravelsesloven), sbr. ræðislógini § 2.
34) A. nr. 888 af 8. desember 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens kirkebygninger, sbr. ræðislógini § 2.
35) Ll. nr. 61 frá 10. mai 2000 um fiskivinnuráð.
36) Ll. nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins.
37) Ll. nr. 61 frá 27. apríl 2001 um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál), § 2.
38) Ll. nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn.
39) A. nr. 37 frá 22. januar 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning, § 13, § 14, stk. 2, § 15, § 18, stk. 3 (kirkjulig vígsla) og § 20, stk. 1.
40) Ll. nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m.
41) Ll. nr. 32 frá 6. mars 2003 um landbúnaðarstuðul.
42) Ll. nr. 55 frá 22. apríl 2003 um hald av útreiðslum í sambandi við størri vanlukkur.
43) Ll. nr. 92 frá 21. desember 2004 um vernd av fornlutum í havinum.
44) Ll. nr. 37 frá 26. apríl 2005 um at digitalisera Útvarp og Sjónvarp Føroya.
45) Ll. nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m.
46) Ll. nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp.
47) Ll. nr. 42 frá 8. mai 2007 um miðlaráð til verju fyri børn og ung.
48) Ll. nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð.
49) Ll. nr. 60 frá 7. juni 2007 um fólkakirkjuna í Føroyum.
50) Ll. nr. 61 frá 7. juni 2007 um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar.
51) Ll. nr. 27 frá 19. mai 2008 um kirkjuráð og próstadømisráð.
52) Ll. nr. 36 frá 19. mai 2008 um íløgu í kringvarpssendinetið.
53) Ll. nr. 42 frá 26. mai 2008 um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni.
54) Ll. nr. 132 frá 28. desember 2010 um Trygdargrunn fiskivinnunnar.
55) Ll. nr. 76 frá 7. juni 2011 um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi.
56) Ll. nr. 61 frá 15. mai 2012 um tilbúgving, tó ikki §§ 35-39 og § 43.
57) Ll. nr. 14 frá 28. februar 2013 um mentanarsøgulig skip.
58) Ll. nr. 34 frá 17. mai 2013 um Búnaðargrunn.
59) Ll. nr. 48 frá 10. mai 2013 um embæti og størv í fólkakirkjuni.
60) Lb. nr. 1373 frá 4. desember 2013 af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om luftfart, tó bert § 131, stk. 2.
61) Ll. nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt (Upphavsrættarlógin).
62) Ll. nr. 56 frá 19. mai 2015 um grind og annan smáhval (Grindalógin).
63) Ll. nr. 85 frá 22. mai 2015 um samráðingarheimild at gera nýggjan sáttmála um tyrlutænastu.
64) Ll. nr. 159 frá 24. desember 2015 um veiðigjald á svartkjaft í 2015.
65) Ll nr. 150 frá 23. desember 2016 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017.
66) Ll. nr. 35 frá 31. mars 2017 miðlastuðul.
67) Ll. nr. 71 frá 29. mai 2017 um Fiskivinnugrunn.
68) Ll. nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi.
69) Ll nr. 172 frá 20. desember 2017 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018.”
3. § 9 verður orðað soleiðis:
“§ 9. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum umsitir bjarging, búnaðarmál, fiskirannsóknir og –gransking, fiskiveiðueftirlit, fiskivinnumál, hvalamál, inntøkutrygd fiskimanna, ítróttarmál, kirkjumál og onnur trúarsamfeløg, kringvarpssendinet, loftmiðlamál, mentamál (tó ikki viðurskifti viðvíkjandi projektinum Salt á Drelnesi), norðurlandamál, tilbúgving, trygd og veðurtænastu. Somuleiðis umsitur hann mál um at gera eina antikvariska serskipan fyri Koltur.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:
1) Kirkjubømúragrunnurin.
2) Klaksvíksgrunnurin.
3) Kringvarpi Føroya.
4) Listasavni Føroya.
5) Stiftsstjórnini.
6) Tórsvallargrunninum.”
4. § 10 verður orðað soleiðis:
“§ 10. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:
1) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 10: Skjalasøvn, bókasøvn, gripagoymslur.
2) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 11: Friðan av bygningum.
3) Sbr. heimastýrislógini lista A, nr. 13: Landbúnaðarviðurskifti. Harundir almenn búnaðarlóggáva, festi, leiga, húsmannsbrúk, urtaalan, húsdjóraalan, urtagarðsbrúk, hjávinnur búnaðarins, jarðarbót, jakt og friðan av djórum á territoriinum. Fiskiskapur og friðan av fiski á territoriinum.
4) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 14: Sjónleikar- og ljósmyndaloyvi, skemtunarmál.
5) Sbr. Ll. nr. 105 frá 12. desember 2006 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Tilbúgving.
6) Sbr. Ll. nr. 53 frá 7. juni 2008 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Veðurtænasta.
7) Sbr. heimastýrislógini lista B nr. 1, sbr. Ll. nr. 62 frá 7. juni 2007 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg og Ll. nr. 35 frá 9. mai 2008 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Halgidagslóggáva.
8) Sbr. heimastýrislógini lista B, nr. 4: Jarðagrunnurin.
9) Sbr. Ll. nr. 54 frá 11. mai 2009 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Upphavsrættur.”
5. Aftaná § 10 verður sett:
“Ríkislógartilmælisuppskot
§ 10 a. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum sbr. stýrisskipanarlógini § 49: Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Sjóuppmerking og vitaverk.”
6. § 11 verður orðað soleiðis:
“§ 11. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ræði á § 5, fiskivinnumálum á løgtingsfíggjarlógini og teimum pørtum av § 7 á løgtingsfíggjarlógini sum snúgva seg um mentanarmál.”
7. § 12 verður orðað soleiðis:
“§ 12. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:
1) Búnaðarstovan.
2) Fiskimálaráðið.
3) Havstovan.
4) Landsbókasavnið.
5) Tjóðsavnið.
6) Tjóðskjalasavnið.
7) Vørn.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um hvussu og hvørji staðarnøvn skulu nýtast av teimum í Føroyum.”
8. Í § 13 verður sum nr. 83 sett:
“83) Ll. nr. 196 frá 21. desember 2018 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996.”
9. Í § 19 verða nr. 13 og 14 strikað.
Nr. 15-93 verða eftir hetta nr. 13-91.
10. Í § 19 verða sum nr. 92-94 sett:
“92) Ll. nr. 185 frá 21. desember 2018 um tónleikaútflutningsstovu.
93) Ll. nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi.
94) Ll. nr. 182 frá 21. desember 2018 um at einskilja P/F Postverk Føroya.”
11. Í § 20, stk. 1 verður “norðurlandamál,” strikað.
12. § 28 og yvirskriftin yvir § 28 verða strikaðar.
13. Heitið á kapitli 9 verður orðað soleiðis:
“Landsstýrismaðurin í skúlamálum”
14. § 43 verður orðað soleiðis:
“§ 43. Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:
1) Ll. nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting.
2) Ll. nr. 101 frá 1. desember 1978 um studning til fólkaháskúlar, tó ikki § 3, nr. 5 og § 4.
3) Ll. nr. 69 frá 28. mai 1980 um læraraútbúgving.
4) Ll. nr. 63 frá 23. juni 1983 um bústaðarhús til fólk í útbúgving.
5) Ll. nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m.
6) Ll. nr. 62 frá 9. juni 1988 um ávísar skúlar.
7) Ll. nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar, tó ikki § 10, stk. 3 og § 11, stk. 2, nr. 3.
8) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.
9) Ll. nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar m.v.
10) Ll. nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.
11) Ll. nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan.
12) Ll. nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar.
13) Ll. nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar.
14) Ll. nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS-útbúgvingar).
15) Ll. nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar).
16) Ll. nr. 42 frá 23. apríl 1999 um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgving).
17) Ll. nr. 43 frá 23. apríl 1999 um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgving).
18) Ll. nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, tó ikki § 6 a og kærumál, sbr. § 11 viðvíkjandi fríplássum.
19) Ll. nr. 83 frá 17. mai 2000 um eftirskúlar.
20) Ll. nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø.
21) Ll. nr. 85 frá 15. mai 2001 um gransking.
22) Ll. nr. 42 frá 26. mars 2002 um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað.
23) Ll. nr. 46 frá 26. mars 2002 um frískúlar.
24) Ll. nr. 2 frá 22. januar 2003 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.
25) Ll. nr. 67 frá 2. mai 2003 um skúlatilboð til ung við breki.
26) Ll. nr. 22 frá 17. mai 2004 um yrkisskeið.
27) Ll. nr. 49 frá 9. mai 2005 um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum.
28) Ll. nr. 50 frá 9. mai 2005 um serskúla.
29) Ll. nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul.
30) Ll. nr. 43 frá 26. mai 2008 um at byggja skúladepil í Tórshavn.
31) Ll. nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya.
32) Ll. nr. 57 frá 26. mai 2010 um heilsuútbúgvingar.
33) Ll. nr. 59 frá 15. mai 2012 um málráð.
34) Ll. nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar.
35) Ll. nr. 53 frá 15. mai 2014 um at útvega undirvísingarmiðlar o.a.
36) Ll. nr. 67 frá 15. mai 2014 um førleikameting.
37) Ll. nr. 79 frá 22. mai 2015 um skúladepil í Marknagili.
38) Ll. nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin).
39) Ll. nr. 58 frá 30. apríl 2018 um at umbyggja og útbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali.”
15. § 44 verður orðað soleiðis:
“§ 44. Landsstýrismaðurin í skúlamálum umsitur dagstovnar, fólkaskúlamál, vinnu- og miðnámsskúlamál og vísinda- og granskingarmál.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:
1) Føroya Fólkaháskúla.
2) Føroya Handilsskúla.
3) Frískúlanum, Keldan.
4) Frískúlanum í Havn.
5) Fróðskaparsetur Føroya.
6) Húsarhaldsskúla Føroya.
7) Orðabókagrunninum.
8) Tekniska Skúla í Klaksvík.
9) Tekniska Skúla í Tórshavn.”
16. § 45 verður orðað soleiðis:
“§ 45. Landsstýrismaðurin í skúlamálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:
1) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 5: Lærudreingir.
2) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 9: Skúlamál. Harundir hoyra bæði fólkaskúlin, próvskúlar og skeið, læraraskúlin, fólkaháskúlar, eftirskúlar, ungdóms- og kvøldskúlar, húshaldsskúlar, fakskúlar sum handilsskúlar, tekniskir skúlar, navigatiónsskúlar o.s.fr. ”
17. § 46 og yvirskriftin yvir § 46 verða strikaðar.
18. § 47 verður orðað soleiðis:
“§ 47. Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur ræði á teimum pørtum av § 7 á løgtingsfíggjarlógini sum snúgva seg um skúlamál.”
19. § 48 verður orðað soleiðis:
“§ 48. Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:
1) á Skúlatrøð.
2) Eiðis skúli.
3) Eysturskúlin.
4) Fámjins skúli.
5) Fuglafjarðar skúli.
6) Glasir.
7) Haraldssunds skúli.
8) Heilsuskúli Føroya.
9) Hósvíkar skúli.
10) Hoyvíkar skúli.
11) Húsar/Syðradals skúli.
12) Hvalbiar skúli.
13) Hvalvíkar skúli.
14) Kaldbaks skúli.
15) Kollafjarðar skúli.
16) Kunoyar skúli.
17) Kvívíkar skúli.
18) Mentamálaráðið.
19) Miðnám á Kambsdal, heruppií HF skeiðið í Klaksvík.
20) Miðnám í Vestmanna.
21) Miðnámsskúlin í Suðuroy.
22) Mikladals/Trøllanes skúli.
23) Musikkskúlin.
24) Mykines skúli.
25) Nám.
26) Nólsoyar skúli.
27) Oyndarfjarðar skúli.
28) Porkeris skúli.
29) Runavíkar skúli.
30) Sandoyar meginskúli.
31) Sands skúli.
32) Sernám.
33) Sjónám.
34) Skála skúli.
35) Skálavíkar skúli.
36) Skopunar skúli.
37) Skt. Frans skúli.
38) Skúlatilboð til ung við breki.
39) Skúlin á Argjahamri.
40) Skúlin í Eysturkommunu.
41) Skúlin á Fløtum.
42) Skúlin á Fossánesi.
43) Skúlin á Giljanesi.
44) Skúlin á Løgmannabreyt.
45) Skúlin við Streymin.
46) Stranda skúli.
47) Studni.
48) Sumbiar skúli.
49) Sørvágs skúli
50) Tofta skúli.
51) Tvøroyrar skúli.
52) Vágs skúli.
53) Velbastaðar skúli.
54) Vestmanna skúli.
55) Viðareiðis skúli.
56) Vinnuháskúlin, herundir Trygdardepilin.”
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi 14. februar 2019.
Í Tinganesi, 14. februar 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)