Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. september 2014Nr. 92
Fráboðan frá løgmanni um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 148 frá 14. november 2011 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 121 frá 23. oktober 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 8 verður nr. 7 strikað.
2. Í § 8 verður nr. 24 strikað.
3. Í § 8 verður nr. 28 strikað.
4. Í § 8 verður sum nr. 38 sett:
“38) Ll. nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m.“
5. Í § 8 verður sum nr. 39 sett:
“39) Ll. nr. 20 frá 7. apríl 2014 um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m.“
6. Í § 8 verður sum nr. 40 sett:
“40) Ll. nr. 44 frá 15. mai 2014 um liðugtgerð av fyrra parti av nýggjari kt-heildarskipan til Almannaverkið.“
7. Í § 8 verður sum nr. 41 sett:
“41) Ll. nr. 55 frá 15. mai 2014 um at byggja virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum.“
8. Í § 9, stk. 1 verður sum 4. pkt. sett: “Landsstýrismaðurin í almannamálum tekur sær av miðsavnandi uppgávuni sambært grein 33, pkt. 1 í Sáttmála Sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.“
9. Í § 14 verður sum nr. 99 sett:
“99) Ll. nr. 11 frá 20. mars 2014 um lántøku til landskassan í 2014.“
10. Í § 14 verður sum nr. 100 sett:
“100) Ll. nr. 30 frá 14. apríl 2014 um at stovna partafelag og at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Streymoy og Eysturoy og millum Streymoy og Sandoy.“
11. Í § 14 verður sum nr. 101 sett:
“101) Ll. nr. 61 frá 15. mai 2014 um studningslán og rentufrítt lán til umvæling av ellis- og røktarheiminum á Sýnini.“
12. Í § 14 verður sum nr. 102 sett:
“102) Ll. nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu.“
13. Í § 20 verður nr. 11 strikað.
14. Í § 20 verður nr. 14 strikað.
15. Í § 20 verður sum nr. 30 sett:
“30) A. nr. 961 af 15. juli 2013 om ikrafttræden for Færøerne af lov om videnskabsetisk behandling af sundhedsvidenskabelige forskningsprojekter.“
16. Í § 20 verður sum nr. 31 sett:
“31) A. nr. 1472 af 16. december 2013 om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed § 46.“
17. Í § 26 verður nr. 53 strikað.
18. Í § 26 verður sum nr. 78 sett:
“78) Ll. nr. 53 frá 15. mai 2014 um at útvega undirvísingarmiðlar o.a.“
19. Í § 26 verður sum nr. 79 sett:
“79) Ll. nr. 67 frá 15. mai 2014 um førleikameting.“
20. Í § 32 verður nr. 25 strikað.
21. Í § 32 verður nr. 76 strikað.
22. Í § 32 verður nr. 101 strikað.
23. Í § 32 verður sum nr. 109 sett:
“109) Lb. nr. 1373 frá 4. desember 2013 af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om luftfart, tó ikki § 131, stk. 2.“
24. Í § 32 verður sum nr. 110 sett:
“110) Ll. nr. 5 frá 13. februar 2014 um at keypa aftur privatu partabrøvini í P/F Atlantsflogi.“
25. Í § 32 verður sum nr. 111 sett:
“111) Ll. nr. 62 frá 15. mai 2014 um P/F Visit Faroe Islands.“
26. Í § 44 verður nr. 27 strikað.
27. Í § 44 verður sum nr. 57 sett:
“57) Lb. nr. 1373 frá 4. desember 2013 af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om luftfart, tó bert § 131, stk. 2.“
28. Í § 44 verður sum nr. 58 sett:
“58) Ll. nr. 154 frá 20. desember 2013 um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir norðhavssild og makreli í 2014.“
§ 2
Fráboðanin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, tó fær § 1, nr. 1-4 og nr. 13 gildi 1. januar 2015.
Í Tinganesi, 4. september 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)