Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. juni 2015Nr. 94
Fráboðan frá løgmanni um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 148 frá 14. november 2011 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 14 frá 15. februar 2012, fráboðan nr. 16 frá 16. februar 2012, fráboðan nr. 113 frá 20. november 2012, fráboðan nr. 31. frá 30. apríl 2013, fráboðan nr. 115 frá 19. september 2013, fráboðan nr. 121 frá 23. oktober 2013, fráboðan nr. 92 frá 4. september 2014 og fráboðan nr. 27 frá 17. apríl 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 14 verður aftan á nr. 102 sum nýtt nr. sett:
“103) Ll. nr. 119 frá 15. desember 2014 um avgjald á veiðu av makreli og norðhavssild í 2015.“
Nr. 103 verður eftir hetta nr. 104.
2. Í § 14 verður sum nr. 105 sett:
“105) Ll. nr. 36 frá 30. apríl 2015 um lántøku til landskassan í 2015.“
3. Í § 20 verður sum nr. 32 sett:
“32) Ll. nr. 69 frá 22. mai 2015 um at selja solariumsól til kosmetiskt endamál (Solariumlógin).“
4. Í § 26 verða sum nr. 81 og 82 sett:
“81) Ll. nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt (Upphavsrættarlógin).
82) Ll. nr. 79 frá 22. mai 2015 um skúladepil í Marknagili.“
5. Í § 32 verður nr. 49 strikað.
Nr. 50-111 verða eftir hetta nr. 49-110.
6. Í § 32 verða sum nr. 111-115 sett:
“111) Ll. nr. 48 frá 12. mai 2015 um rætt hjá P/F Vága Floghavn at fáa upplýsingar frá Akstovuni.
112) Ll. nr. 53 frá 12. mai 2015 um P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag.
113) Ll. nr. 72 frá 22. mai 2015 um fjarskifti (Fjarskiftislógin).
114) § 61 í A. nr. 483 af 20. april 2015 om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af varemærkeloven.
115) § 60 í A. nr. 485 af 21. april 2015 om ikrafttræden for Færøerne af designloven.“
7. Í § 44 verður nr. 52 strikað.
Nr. 53-59 verða eftir hetta nr. 52-58.
8. § 44, nr. 59, sum verður nr. 58, verður strikað.
9. Í § 44 verða sum nr. 59 og 60 sett:
“59) Ll. nr. 56 frá 19. mai 2015 um grind og annan smáhval (Grindalógin).
60) Ll. nr. 85 frá 22. mai 2015 um samráðingarheimild at gera nýggjan sáttmála um tyrlutænastu.“
§ 2
Fráboðanin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 19. juni 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)