Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. november 2026Nr. 97
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrisfólkini
(Navnamál flutt til landsstýrisfólkið í mentamálum)
§ 1
Í fráboðan nr. 33 frá 13. apríl 2026 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrisfólkini, sum broytt við fráboðan nr. 42 frá 21. mai 2026 og fráboðan nr. 81 frá 16. september 2026, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 32, nr. 27 verður strikað.
Nr. 28-74 verða eftir hetta nr. 27-73.
2. Í § 33, stk. 1 verður “navnamál, heruppií eisini, hvussu kirkjubókaførandi sóknarprestar skulu skráseta í kirkjubókini sambært navnalógini,” strikað.
3. Í § 34, nr. 2 verður “Navnalóggáva.” strikað.
4. Í § 37 nr. 8 verður orðað soleiðis:
“8) Umhvørvisstovan, tó ikki viðvíkjandi navnamálum.”
5. Í § 38 verður sum nr. 30 sett:
“30) Ll. nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn.”
Nr. 30-84 verða eftir hetta nr. 31-85.
6. Í § 39, stk. 1 verður “tó ikki, hvussu kirkjubókaførandi sóknarprestar skulu skráseta í kirkjubókini sambært navnalógini” strikað.
7. Í § 39, stk. 1 verður aftan á “mentamál,” sett: “navnamál,”.
8. Í § 40 verður sum nr. 1 sett:
“1) Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 3: Navnalóggáva.”
Nr. 1-8 verða eftir hetta nr. 2-9.
9. Í § 43, stk. 1 verður sum nr. 64 sett:
“64) Umhvørvisstovan, tó bert viðvíkjandi navnamálum.”
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd
Løgmansskrivstovan, 3. november 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)