Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. september 2016Nr. 99
Fráboðan um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 109 frá 18. september 2015 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 118 frá 10. november 2015, fráboðan nr. 130 frá 15. desember 2015 og fráboðan nr. 16 frá 9. mars 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 8, nr. 36 verður orðað soleiðis:
“36) Ll. nr. 30 frá 12. apríl 2016 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016. ”
2. Í § 42 verður nr. 6 strikað.
Nr. 7-13 verða eftir hetta nr. 6-12.
§ 2
Henda fráboðan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 30. september 2016
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)