27. november 2019Nr. 140
Kirkjulig fyriskipan um avtøku av rituali fyri kirkjuliga signing av borgaraligum stovnaðum hjúnalagi
Við heimild í § 16, stk. 1 í løgtingslóg nr. 60 frá 7. juni 2007 um fólkakirkjuna í Føroyum, hevur løgmaður eftir tilmæli frá biskupi um landsstýrismannin í mentamálum ásett:
§ 1. Bekendtgørelse nr. 361 af 21. november 1938 om autorisation af ritual for kirkelig velsignelse af borgerligt stiftet ægteskab verður sett úr gildi.
§ 2. Henda fyriskipan kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganes, 27. november 2019
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)