Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 02-01-1964
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 1 frá 2. januar 1964 um góðkenning av aklærarum, sum broytt við kunngerð nr. 137 frá 22. desember 2000

Eftir § 64. stk. 2 í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu hevur landsstýrið fyrisett hesar reglur um góðkenning av aklærarum:

 § 1.1) Umsókn um góðkenning sum aklærari skal sendast fútanum. Í umsóknini skal skilast til, hvat slag av akførum góðkenningin ynskist til, og hvussu leingi umsøkjari hevur havt førarabræv, til hvat slag av akførum, og hvar og nær førarabræv er givið. Eisini skal skilast til, um umsøkjarin fyrr hevur søkt um góðkenning sum aklærari.

 Stk. 2. Roynd verður tikin til hesi sløg av akførum:

1.    motorsyklu,

2.    motorvogn við loyvdari totalvekt ikki yvir 3500 kg,

3.    motorvogn við viðfestum vogni.

 Royndin sum nevnd undir 3 kann bert takast, tá ið royndin sum nevnd undir 2 er tikin.

 Stk. 3. Við umsóknini skulu fylgja: Dóps- ella føðingarbræv og váttan frá tveimum álítandi monnum, at umsøkjarin javnan hevur ført motorakfar tey trý seinastu árini av tí ella teim sløgum, sum góðkenning sum aklærari ynskist til.

 Stk. 4. Fútin ansar eftir, at umsøkjarin lýkur treytirnar í § 64, stk. 1, a-d í lógini. Kravið undir d) um akstur við motorakfari alsamt tey 3 seinastu árini kann bert ætlast sum lokið, tá ið umsøkjarin í hesum tíðarskeiði javnan hevur ført ávikavist motorvogn ella motorcyklu.

 Stk. 5. Lýkur umsøkjarin ikki treytirnar eftir § 64, stk. 1 a-d, fær hann frásøgn um, at góðkenning verður ikki givin og grundirnar til tað. Lýkur umsøkjari afturímóti treytirnar sum omanfyri tilskilað, verður umsóknin send royndarnevndini eftir § 2 við áriti um, at treytirnar eru loknar. Nevndin gevur so skjótast umsøkjaranum frásøgn um, nær royndin verður hildin.

 Stk. 6. Innan royndin verður hildin, skal umsøkjarin rinda gjaldið fyri royndina til Bileftirlit Føroya, sbr. ásetingar í ferðslulógini um gjøld

 § 2. Royndin verður tikin hjá einari nevnd, sum fútin og motorkøni eftirlitsmaðurin sita í og haraftrat ein triði, sum landsstýrið setur við tekniskum kunnleika í ferðslu.

 Stk. 2. Fútin er formaður í nevndini. Avgerðir í henni verða tiknar við atkvøðumeiriluta.

 § 3. Umsøkjarin letur motorakfar til nýtslu, sum nevndin heldur duga til tað og innanfyri tað slagið, sum royndin ynskist tikin til.

 Stk. 2. Um so er, at umsøkjari, sum hevur góðkenning sum aklærari til eitt slagið av motorakfari, ynskir góðkenningina rúmkað til annað slag av motorakførum, slepst við einari eftir viðurskiftunum linari roynd.

 Stk. 3. Royndin verður tikin sum roynd í verki, í teori og læruroynd.

 § 4. Til royndina í verki krevst til motorakfør yvirhøvur somu krøv sum til royndina til førarabræv til vinnuligan fólkaflutning og á einum motorakfari ella chassis, sum nevndin tekur til tess, prógva at hava tørvandi kunnleika í verki til motorakfar av tí slagnum, sum góðkenning søkist til, so mikið sum krevst til nógmiklan lærdóm.

 § 5. Til royndina í teori má viðkomandi prógva gjølligan kunnleika í tí sum krevst til førararoyndina til motorakfar av tí slagnum, sum góðkenning søkist til.

 § 6. Undir læruroyndini skal umsøkjarin vera sum aklærari hjá einum sum vera skal sum næmingur, og sjálvur má hann fáa sær hann. Royndarnevndin kann sýta at góðkenna tílíkan, sum umsøkjarin hevur tikið sær sum næming. Útreiðslurnar, sum kunnu standast av at hava næming við í royndini, ber umsøkjarin. Limur í royndarnevndini kann, um tað skal vera, geva seg til sum næmingur.

 Stk. 2. Undir royndini, sum ið hvussu er fyri ein part skal fara fram undir akstri, fær umsøkjarin sum uppgávu at læra næmingin útfrá nærri tilskilaðum krøvum, t.d. at næmingurin ongantíð fyrr hevur ført motorakfar, at hann fyri fyrstu ferð skal røkja akstur á meira fjølgongdum vegi, at tað er seinasti lærutímin undan royndini hjá tí motorsakkøna, at hann serstakliga skal hava lært t.d. at bakka, venda e.t. Haraftrat skal umsøkjarin fáa sum uppgávu at læra næmingin ein ella fleiri spurningar í teori.

 Stk. 3. Í metingini skal dentur leggjast á, um umsøkjarin má haldast at hava evnir at læra frá sær, sum hann skal tað, og geva næminginum rætta fatan av skyldum hjá føraranum at hava fyrilit undir akstri og hava ræði á akfarinum, sum tað eigur. Í metingini av læruni í teori skal dentur serliga leggjast á, um umsøkjarin dugur greitt og gjøllani at geva næmingi, sum ongan forkunleika hevur, at vit um viðkomandi viðurskiftir.

 § 7. Vantar umsøkjaranum so nógv í evnum og kunnleika undir einum partinum av royndini, at allir limirnir í royndarnevndini eru á einum máli, at hann kemur ikki ígjøgnum, kann hann vísast burtur frá tí, sum eftir er av royndini.

 Stk. 2. Kemur hann ikki ígjøgnum, fær umsøkjarin skrivliga frásøgn frá politinum. Ikki fyrr enn hálvt ár er liðið kann hann bjóða seg fram til nýggja roynd. Royndarnevndin kann tó í serstøkum føri loyva avvik frá frestini. Hann sum hevur verið uppi til royndina tríggjar ferðir uttan at hava komið í gjøgnum, kann ikki bjóða seg til aftur.

 § 8. Hevur hann komið ígjøgnum, gevur fútin umsøkjaranum góðkenning sum aklærara við áriti á førarabræv hansara. Í áritinum skal skilast til, hvat slag av akførum góðkenningin er givin.

 Stk. 2. Hann, ið tikið hevur royndina til motorcyklu, hevur rætt til starv sum aklærari til solomotorcyklu, motorcyklu við viðfestum vogni og tríhjólað motorcyklu.

 Stk. 3. Hann, sum tikið hevur royndina til akfar av tí slagnum sum tilskilað í § 1, stk. 2, nr. 2, hevur rætt at vera aklærari til motorvognar av nevndu sløgum og til traktor.

 Stk. 4. Tikin roynd við akfari av tí slagnum sum nevnt er í § 1, stk. 2, nr. 3, gevur rætt til at røkja starv sum aklærari við motorvogni av øllum sløgum við og uttan viðfestum vogni og eisini traktor.

 Stk. 5. Góðkenningin er galdandi fyri tað skeiðið, sum viðkomandi próvførir at hava førarabræv, men kunnu endurnýggjast undir einum eftir áheitan, um so er, at treytirnar í § 64, stk. 3 í ferðslulógini eru loknar. Hetta má próvførast samsvarandi tí sum stendur í § 1, stk. 3 og 4, og viðvíkjandi kravinum um javnan at hava røkt starvið sum aklærari váttan frá 2 álítandi persónum, uttanso politiið ella tann motorsakkøni eftirlitsmaðurin vita, at kravið er lokið.

 Stk. 6. Politivaldið ger yvirliti bæði yvir góðkendar aklærarar og persónar, sum søkt hava um góðkenning, men onga fingið. Politivaldið gevur tí motorsakkøna eftirlitsmanninum frásøgn um góðkendar aklærarar sum koma aftrat og teir sum fara frá.

 Stk. 7. Politivaldið skal viðhvørt hava eftirlit við, at persónar, sum røkja starv sum aklærarar, hava fingið gókenning.

 § 9. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. Persónar sum byrjað høvdu at røkja starv sum aklærarar innan 1. januar 1964 kunnu halda fram í starvinum fyri fyrst uttan góðkenning.



1) Broytt við kunngerð nr. 137 frá 22. desember 2000. § 2 í hesi kunngerð er soljoðandi: ”Henda kunngerð keur í gildi 1. januar 2001.”