Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 06-01-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 1 frá 4. januar 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

4. januar 2017Nr. 1

Kunngerð um skráseting av hýruvognum og skúlaakførum uttan skrásetingargjald

Við heimild í § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, verður ásett:

§ 1. Loyvi til at skráseta hýruvogn ella skúlaakfar uttan skrásetingargjald verður bert veitt, um akfarið verður nýtt til vinnuliga skúlakoyring ella vinnuliga hýruvognskoyring.

§ 2. Umsókn um loyvi til at skráseta akfarið uttan skrásetingargjald skal latast Akstovuni.

Stk. 2. Við umsóknini um loyvi til hýruvogn skulu fylgja avrit av:

1)   koyrikorti, ið er áteknað til aksturvinnu,

2)   hýruvognsloyvi, um umsøkjarin ynskir at skráseta akfar sum hýruvogn í kommunu, har hýruvognsreglugerð er galdandi og

3)   skjalprógv, har P-tal ella V-tal umsøkjarans framgongur.

Stk. 3. Við umsókn um loyvi til skúlaakfar skal hjáleggjast avrit av:

1)   koyrikorti, ið er áteknað við góðkenning sum koyrilærari og

2)   skjalprógv, har P-tal ella V-tal umsøkjarans framgongur.

§ 3. Tann, ið hevur loyvi at skráseta hýruvogn uttan skrásetingargjald, skal nágreiniliga føra koyribók, sum skal vísast fram eftir áheitan frá TAKS.

Stk. 2. Koyribókin skal vera førd fyri alla koyring og skal í minsta lagi vísa dagfesting fyri, nær koyrt verður. Samstundis skal nágreinast soleiðis at:

1)   kilometurteljarin við arbeiðsbyrjan verður lisin av og førdur í koyribókina,

2)   kilometurteljarin við arbeiðslok verður lisin av og førdur í koyribókina og

3)   koyrdir kilometrar og inntøka av koyringini verða førd í koyribókina.

§ 4. Tann, ið hevur loyvi at skráseta hýruvogn uttan skrásetingargjald, skal vátta koyrdar kilometrar og inntøkur av koyrdu kilometrunum. Inntøkan av koyringini skal kunna útgreinast fyri eitt ávíst tíðarskeið, ið TAKS ynskir lýst. Hýruvognurin skal latast til kilometuravlesing, tá TAKS biður um tað.

Stk. 2. Vegleiðandi fyri um talan er um hýruvogn sum vinnu kunnu hesi minstumørk ásetast fyri miðalinntøku fyri hvønn koyrdan kilometur:

1)   Í Tórshavnar kommunu er 7,00 kr. fyri hvønn koyrdan km. vegleiðandi.

2)   Á øðrum plássum er 6,00 kr. fyri hvønn koyrdan km. vegleiðandi.

§ 5. Gevur tann, ið hevur loyvi til skúlaakfar uttan skrásetingargjald, frálæru til í minsta lagi 25 næmingar um árið, má ætlast, at talan er um skúlakoyring sum vinnu. Akstovan kann krevja tann, ið hevur loyvi til skúlakoyring eftir upplýsingum um m.a. tal av næmingum og samanbera hesar við egna skráseting, fyri at staðfesta, um akfarið verður brúkt til tað endamál, ið treytar frítøkuna frá at rinda skrásetingargjald.

§ 6. Um talan ikki er um vinnuligt virksemi fellur skrásetingargjaldið til gjaldingar.

Stk. 2. Kravið um gjalding av skrásetingargjaldinum verður tryggjað við veðrætti í hýruvogninum ella skúlaakfarinum. Umsøkjarin rindar tinglýsingargjaldið.

§ 7. Akfar, ið verður skrásett sum hýruvognur ella skúlaakfar, skal vera tryggjað fyri fult virði. Umsøkjarin rindar fyri veðhavaralýsing.

§ 8. Avgerðir hjá TAKS og Akstovuni kunnu kærast til Skatta- og avgjaldskærunevndina innan 4 vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 37 frá 16. mai 2011 um skráseting av hýru- og skúlavognum uttan skrásetingargjald.

 

 

Fíggjarmálaráðið, 4. januar 2017

 

Kristina Háfoss (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)