Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. januar 1984Nr. 1
Kunngerð um lønarroknskap v.m. eftir løgtingslóg um samtíðarskatt
Við heimild í § 125 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Ávísingarskyldugur sbrt. 6. kapittul í samtíðarskattalógini skal bóka hvørja ávísing av A‑inntøku.
2. stk. Ávísingarskyldugi skal harumframt bóka tær upphæddir, sum verða útgoldnar, sbrt. § 29, stk. 7 í samtíðarskattalógini og mótkrøv arbeiðsgevarans mótvegis løntakaranum.
3. stk. Bókingin skal verða gjørd antin í serstakari roknskaparbók, sum Líkningarráð Føroya hevur gjørt og eftir teimum í hesari bók fyriskrivaðu reglum, ella á serstakar konti í vanliga bókhaldinum hjá ávísingarskylduga eftir reglunum, sum nevndar eru í §§ 3 og 6.
§ 2. Verður roknskaparbók nýtt, skal hon saman við skjølum verða goymd í 5 ár frá endanum av tí álmanakkaári, tá ið hin seinasta bókingin er gjørd.
2. stk Um ávísingarskyldugur nýtir roknskaparbók, so skerjir hetta ikki bókhalds‑ og roknskaparskyldu hansara eftir aðrari lóggávu.
§ 3. Ávísingarskyldugur, ið annars eisini hevur bókhald, kann velja, um hann ger eina serstaka konto fyri A-inntøku í bókhaldinum. Velur hann hetta, verður farið fram á henda hátt: Hvør ávísing av A-inntøku eftir § 6o í samtíðarskattalógini verður bókað á serstaka konto nevnd: “Konto fyri A-inntøku”.
2. stk. Kemur tað fyri, at ikki skattskyldugar veitingar verða latnar samb. § 29, stk. 7 í skattalógini, ella at ávísingarskyldugi mótroknar egin krøv, skal hetta bókast á serstakar konti í bókhaldinum.
3. stk. Á teimum í stk. 1 og 2 nevndu konti mugu bert bókast upphæddir av tí slagi, sum har eru nevndar. Møguligar rættingar av fyrr bókaðum upphæddum mugu bert gerast sum mótbókingar ella við at strika út.
§ 4. Ávísingarskyldugir, sum velja at bóka A-inntøku, ikki skattskyldugar veitingar og mótkrøv í teirra vanliga bókhaldi, smbr. § 3, skulu fyri hvønn einstakan løntakara, sum fær A-inntøku, eisini hava eina sundurgreining við upplýsingum um persónnummar, navn og bústað hjá hvørjum løntakara sær, og harumframt upplýsingar um hvørja ávísan av A-inntøku sær. Sundurgreiningin skal harumframt geva upplýsingar um útgoldnar, ikki skattskyldugar veitingar og um mótkrøv arbeiðsgevarans mótvegis løntakaranum.
2. stk. Tær í 1. stk. nevndu sundurgreiningar skulu bókast framhaldandi og soleiðis, at tær bókaðu upphæddirnar altíð kunnu verða taldar saman. Tá ið álmanakkaárið er at enda, verður talt saman og samanløgd A-inntøka, ikki skattskyldugar veitingar og mótkrøv verða skrivað upp.
3. stk. Fyri hvørja ávísing sær av A-inntøku skal ávísingarskyldugi skrivliga siga hvørjum løntakara frá: Navni, bústaði, arbeiðsgevaratali hjá ávísingarskylduga, navni, bústaði og persónsnummari hjá avvarðandi løntakara, lønarskeiði, brutto A-inntøka, ikki skattskyldugum veitingum og mótkrøvum.
§ 5. Velur ávísingarskyldugi at bóka A-inntøku, ikki skattskyldugar veitingar og mótkrøv í vanliga bókhaldinum eftir frammanfyri nevndu reglum, kann skattavaldið krevja, at bókingin og tær í § 4 nevndu bókingar, eftir nærri tilskilaðari tíðarfrest, sum í minsta lagi er 14 dagar, eru førdar til dags og eftirroknaðar til endan av tí mánaði, sum liggur frammanfyri mánaðin, tá ið kravið varð sett.
§ 6. Ávísingarskyldugur, sum bókar A-inntøku, ikki skattskyldugar veitingar og mótkrøv í sínum vanliga bókhaldi, skal goyma roknskaparbøkur, leysbløð, kontokort e.l. og annars skjølini til bókhaldið í 5 ár aftaná at roknskaparárið er at enda.
§ 7. Líkningarráð Føroya kann í serligum førum víkja frá teimum krøvum, sum í hesari kunngerð eru sett til bókhaldið.
§ 8. Brot á hesa kunngerð verður revsað við bót eftir § 148 í lógini, um so er at brotið eftir lóggávuni annars ikki hevur við sær hægri straff.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 1984.