Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. januar 2019Nr. 1
Kunngerð um skeið í at handfara bjargingarbátar, bjargingarflakar og MOB-bátar, undantikið FRB-bátar
Við heimild í § 2, stk. 2, § 3, nr. 3 og § 6, stk. 1 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Henda kunngerð ásetir krøvini til skeið í at handfara bjargingarbátar, bjargingarflakar og MOB-bátar, man-over-board boats, undantikið FRB-bátum, fast rescue boats.
Stk. 2. Eisini ásetir henda kunngerð krøvini til at viðlíkahalda førleikarnar fyri at røkja tær uppgávur, skyldur og ábyrgd, sum eru ásettar í skjali 1, sbr. A-kotuni, stykki VI/2, grein 1-6, talva A-VI/2-1, í altjóða sáttmálanum um útbúgving av sjófólki, um sjóvinnu og vaktarhald, STCW-sáttmálanum frá 1978 við seinni broytingum.
Upptøka
§ 2. Upptøka til skeið í at handfara bjargingarbátar, bjargingarflakar og MOB-bátar, undantikið FRB-bátar, krevur, at luttakarin skal:
1) Vera fyltur 18 ár,
2) hava galdandi heilsuváttan fyri sjófólk, og
3) verða skikkaður til útkikk.
Stk. 2. Umsøkjari til endurnýggjan av skeiðnum skal harumframt hava galdandi prógv í at handfara bjargingarbátar, bjargingarflakar og MOB-bátar, undantikið FRB-bátar.
Skeiðsveitarar, krøv til útgerð og førleikakrøv til undirvísaran
§ 3. Skeiðsveitarar skulu hava góðkenning landsstýrismansins sambært kunngerð um góðkenning og góðskutrygd o.a. av maritimum útbúgvingum.
Stk. 2. Skeiðsveitari skal, við støði í teimum førleikamálum, sum ásett eru í skjali 1, gera eina neyvari undirvísingarætlan fyri skeiðið, heruppií longdina av skeiðnum, við atliti at fyritreytunum hjá skeiðstakaranum.
Stk. 3. Skeiðsveitarin skal tryggja, at umsøkjari lýkur krøvini fyri upptøku sambært § 2.
§ 4. Skeiðsveitarar skulu tryggja, at viðkomandi útgerð er tøk til verkligar royndir og framvísing, heruppií:
1) Kranar og davidar til at seta bjargingarbátar og bjargingarflakar út við,
2) bjargingarbát við innbygdum motori,
3) bjargingarflaki av gummi, sum kann blásast upp,
4) bjargingarvestar og bjargingarbúnar,
5) MOB-bátur, og
6) útgerð til førini, sambært nr. 1, 2 og 5.
§ 5. Skeiðsveitarar skulu tryggja, at lærarar hava neyðugar førleikar til undirvísing á skeiðnum. Hetta fevnir bæði um fakligar førleikar og førleikar at skipa fyri undirvísing og útbúgving.
Røkt av førleikum
§ 6. Til tess at varðveita teir førleikar, sum kravdir eru sambært áseting í stykki A-VI/2, grein 6 í STCW-sáttmálanum, kann venjing fremjast umborð innan hesi øki:
1) Leiða arbeiðið at seta út bjargingarbát ella MOB-bát, og bæði undir og eftir at bátarnir eru settir út:
a) Út frá eyðkennum og merking á bjargingarbátinum greiða frá, hvussu nógv fólk báturin er roknaður til,
b) geva røtt boð um, hvussu báturin skal setast út, hvussu farast skal umborð á bátin, hvussu báturin skal gerast leysur av skipinum, umframt handfaring av fólki umborð, og hvussu hesi skulu skipast úr bjargingarbátinum aftur,
c) gera bjargingarbátin kláran, seta hann trygt út, koma leysur av skipinum sum skjótast, og
d) føra bjargingarbátar og MOB-bátar trygt til bjarging.
2) Í mun til at taka sær av teimum, sum eru á lívi umborð, og taka sær av bjargingarbátinum, tá ið farið er av skipinum, kann venjing eisini fevna um, at:
a) Rógva og stýra einum báti, eisini eftir kumpass,
b) nýta útgerðina í bjargingarbátum, burtursæð frá pyroteknik, og
c) tilrigga tól til staðseting.
3) At nýta tól til staðseting umframt samskiftistól og signaleringstól og at nýta berandi radioútgerð í bjargingarbátum.
4) Veita teimum, sum eru á lívi, fyrstuhjálp.
Stk. 2. Um sjófólkið tey seinastu fimm árini og í minsta lagi í 12 mánaðir, kann skjalprógva at hava havt uppgávur um hendi, sum krevja prógv fyri at handfara bjargingarbátar, bjargingarflakar og MOB-bátar, undantikið FRB-bátar, verða førleikarnir, sum nevndir eru í stk. 1, mettir at verða hildnir við líka.
Veitarar av endurnýggingarskeiði
§ 7. Veitarar av endurnýggingarskeiði skulu hava góðkenning frá landsstýrismanninum sambært kunngerð um góðkenning og góðskutrygd o.a. av maritimum útbúgvingum.
Stk. 2. Við støði í teimum førleikamálum, sum ásett eru í skjali 1, skulu skeiðsveitarar leggja skeiðið til rættis. Skeiðið skal tryggja, at luttakarin framhaldandi hevur neyðugu førleikarnar sambært málunum í skjali 1.
Stk. 3. Skeiðsveitarar skulu tryggja, at endurnýggingarskeiðið lýkur galdandi krøv um útgerð og førleikar hjá lærara í at handfara bjargingarbátar, bjargingarflakar og MOB-bátar, undantikið FRB-bátar, umborð á skipi.
Skeiðsváttan
§ 8. Skeiðsveitarar skulu skriva út váttan til luttakarar, sum á skeiði hava víst førleikar sambært skjali 1. Skeiðið er galdandi í 5 ár frá tí degi tað er staðið.
Gildiskoma
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 7. januar 2019
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Skjal 1
Minstukrøv til førleikar í handfaring av bjargingarbátum, bjargingarflakum og MOB-bátum, undantikið FRB- bátum
Talva A-VI/2-1
Førleiki | Vitan, fatan og dugnaskapur | Mátar til framvísing av førleikum | Støði fyri meting av førleikum |
Taka leiðsluna yvir einum bjargingarbáti ella MOB- báti undir og eftir, at hann er settur út |
Uppbygging, útgerð og einstøku lutirnir í útgerðini í einum bjargingarbáti og MOB-báti.
Serstøku eyðkennini og lutirnir í einum bjargingarbáti og MOB- báti.
Ymsar fyriskipanir til at seta út bjargingarbátar og MOB- bátar.
Hættir at seta út bjargingabátar í ringum veðri.
Hættir at taka inn bjargingarbátar.
Tað sum gerast skal, tá ið farið er av skipinum.
Hættir til at seta út og taka inn MOB- bátar í ringum veðri.
Teir váðar sum knýttir eru at nýtsluni av “onload-release” fyriskipanini.
Kunnleika til mannagongdir fyri viðlíkahald.
|
Meting av prógvum, sum fingin eru við praktiskari sýning av evnunum til at:
. 1 at fáa ein hvølvdan bjargingarbát aftur á rættkjøl, ílatin bjargingarvest;
. 2 greiða frá eyðkennum á bjargingarbáti, sum viðvíkur talið av persónum sum báturin er merktur til;
. 3 geva røtt boð, tá báturin skal setast út, og tá ið farast skal umborð á bátin, koma leysur av skipinum, umframt handfaring av persónum, og tá ið hesir skulu setast av bátinum;
. 4 fyrireika og seta út bjargingarbát á ein tryggan hátt og koma leysur av skipinum sum skjótast umframt at passa “onload- og offload- release” skipanir.
. 5 tryggja bjargingarbátar og MOB- bátar og undir hesum stilla aftur á null bæði “onload og offload- release” fyriskipanir við nýtslu av bjargingarbátum sum kunnu blásast upp og opnum ella lokaðum bjargingarbátum við ísettum motori ella góðkendari simulatorvenjing, har hetta kann verða viðkomandi.
|
At gera klárt at fara umborð og seta út bjargingarbátar og fáa bjargingarbátarnar leysar av skipinum á ein tryggan hátt.
Tað fyrsta, sum verður gjørt, tá ið farið verður av skipinum, avmarkar vandan fyri ikki at koma frá tí við lívinum.
At taka bjargingarbátar og MOB- bátar umborð fer fram við teimum avmarkingum, sum útgerðin hevur.
Útgerðin verður handfarin í samsvari við vegleiðingina frá framleiðarunum viðvíkjandi skipanunum at loysa úr bátin og seta aftur á null.
|
Passa motorin í einum bjargingarbáti. |
Hættir at seta í gongd og passa motorin og útgerðina sum hoyrir til motorin í einum bjargingarbáti umframt eldsløkkjaran, sum hoyrir til.
|
Gera metingar av prógvum, við praktiskum sýningum av evnunum til at seta í gongd og passa ein fastan motor í einum opnum ella lokaðum bjargingarbáti. |
At ein motorur er tøkur og klárur til mannerering og verður hildin viðlíka, sum fyriskipað. |
Taka sær av bjargingarbátinum og teimum, sum eru á lívi, tá ið farið er av skipinum.
|
Handfara bjargingarbát í ringum veðri.
Nýtslu av fanglínum, drívakkeri, og allari aðrari útgerð.
Deila út føði og vatn í bjargingarbátinum.
Taka stig til at økja um møguleikan fyri at bjargingarbáturin verður sæddur og staðsettur.
Framferðarháttur við bjarging frá tyrlu.
Fylgjurnar av køling og fyribyrging av sama; nýtsla av útgerð at breiða útyvir og klæðir umframt bjargingarbúnar og termiska verndarútgerð
Nýtslu av MOB- báti og bjargingarbáti við motori, at savna bjargingarbátar og bjargingarflakar og bjarga persónum sum hava yvirliva og persónum úr sjónum.
Føra bjargingabátar til lands.
|
Gera metingar av prógvum við praktiskum sýnigum av evnunum til at:
. 1 rógva og stýra einum báti og at rógva og stýra eftir kumpass;
. 2 nýta einstøku útgerðina í bjargingarbátum;
. 3 rigga til útgerð at hjálpa til rætta staðfesting. |
Um háttin, hvussu strembanin fyri at yvirliva verður handfarin undir givnum viðurskiftum. |
At nýta útgerð til til staðfesting umframt samskiftis- og signaleringstól og pyroteknik.
|
Radio bjargingarútgerð í bjargingarbátum, undir hesum sattelit- EPIRB og SART.
Pyroteknisk neyðtekin
|
Gera metingar av prógvum við praktiskum sýningum av evnunum til at:
. 1 nýta leysa samskiftisútgerð sum er ætlað til bjargingarbátar;
. 2 nýta signaleringsútgerð, undir hesum pyroteknik. |
Nýtslan og valið av samskiftis- og signaleringsútgerð er hóskandi til givnu umstøðurnar. |
Geva fyrstuhjálp til tey, sum eru á lívi. |
Nýta útgerð til fyrstuhjálp og hættir at fáa lív aftur í fólk.
Handfaring av særdum, undir hesum tamarhald á bløðingum og skelki.
|
Gera metingar av prógvum við praktiskum sýningum av evnunum til at handfara særd bæði undir og eftir at farið er av skipinum, við at nýta útgerð til fyrstuhjálp og hættir at fáa lív aftur í fólk.
|
At vísa skjótt og greitt á møguliga orsøk, og hvussu átrokandi og álvarsamur skaðin ella sjúkan er.
Raðfestingin og raðfylgjan av viðgerðini avmarkar allar vandar fyri mannalívi.
|