Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. januar 2021Nr. 1
Kunngerð um avmarkaðar upplatingartíðir í tíðarskeiðinum 8. januar til 17. januar 2021 fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing
Við heimild í § 18 a, stk. 1 og 3 í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 12. desember 2020, verður ásett:
§ 1. Fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing skulu matstovur og skeinkingarstøð, fevnd av virkisøkinum í matstovulógini, steingja í seinasta lagi kl. 22:00 í tíðarskeiðinum 8. januar 2021 til 17. januar 2021, báðir dagar íroknaðir.
§ 2. Matstovur og skeinkingarstøð, ið eru fevnd av ásetingini í § 1, hava rætt til stuðul eftir løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19.
Stk. 2. Stuðul verður latin fyri tíðarskeiðið 8. januar 2021 til 17. januar 2021, báðir dagar íroknaðir, sbr. stk. 3.
Stk. 3. Tilvísingartíðarskeiðið, sbr. § 2, nr. 6 í kunngerð um stuðulsskipan til vinnufyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19, er 8. januar 2020 til 17. januar 2020, báðir dagar íroknaðir.
Stk. 4. Matstovur og skeinkingarstøð, sum hava minni enn 20.000 kr. í umsetningi í tilvísingartíðarskeiðinum, nevnt í stk. 3, skulu lata inn eina fíggjarætlan við ætlaða umsetninginum og roknskap við veruliga umsetninginum í stuðulstíðarskeiðinum.
Stk. 5. Freistin at søkja um stuðul er 1. mars 2021.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 7. januar 2021
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)