8. januar 2003Nr. 1
Kunngerð um skyldu at hava hund í bandi í Tórshavnar og Kirkjubøar kommunu
Við heimild í § 3, stk. 5 og § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar verður ásett:
§ 1. Hundar í Tórshavnar og Kirkjubøar kommunu skulu á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum eru opin fyri vanligari ferðslu, havast í bandi. Bandið skal vera so stutt, at leiðarin hevur hundin tætt inni at sær.
§ 2. Brot á § 1 verður sektað við bót.
§ 3. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 28 frá 07. mai 1991 um skyldur at hava hund í bandi í Tórshavnar og Argja kommunum úr gildi.
Vinnumálaráðið, 8. januar 2003
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)