11. januar 2024Nr. 1
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Undantak frá at skula landa svartkjaft í Føroyum til og við 29. februar 2024)
§ 1
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 120 frá 14. november 2023 verður í § 1 sum nr. 8 sett:
“8) Svartkjaftur.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. mars 2024.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 11. januar 2024
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)