Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. januar 2020Nr. 1
Kunngerð um duravørðar
Við heimild í § 13, stk. 3 í løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018 um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) verður ásett:
§ 1. Loyvi at virka sum duravørður er treytað av, at viðkomandi lýkur krøvini í § 13, stk. 2, nr. 2-3 í matstovulógini.
Stk. 2. Loyvisnevndin kann frá politinum fáa upplýsingar um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.
Stk. 3. Loyvi at virka sum duravørður er harumframt treytað av, at duravørðurin kann skjalprógva at lúka førleikakrøvini í § 2.
§ 2. Tann, ið søkir um loyvi at virka sum duravørður, skal hava prógv í fyrstuhjálp og prógv í at nýta alla vanliga eldsløkkingarútgerð.
Stk. 2. Umsøkjarin skal vera kunnugur við viðkomandi reglur, t.d. matstovulógina, løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka og politiviðtøkurnar.
Stk. 3. Loyvisnevndin kann veita undantak frá førleikakrøvunum í stk. 1, um umsøkjarin hevur viðkomandi útbúgving ella starv.
§ 3. Loyvisnevndin kann geva einum umsøkjara fyribils loyvi at virka sum duravørður, um tað ikki ber til at lúka førleikakrøvini í § 2, stk. 1 vegna vantandi útboð.
Stk. 2. Fyribils loyvi eftir stk. 1 kann í mesta lagi latast fyri 12 mánaðir.
§ 4. Tann, ið setur duravørð í starv, skal veita duravørðinum arbeiðsklæði, har tað týðiliga sæst, t.d. við at prenta orðið Duravørður á klæðini, at viðkomandi er duravørður.
Stk. 2. Tann, ið setur duravørð í starv, hevur ábygd av at tryggja, at duravørðurin kennir rýmingarleiðirnar og dugir at brúka alla eldsløkkingarútgerð á staðnum.
§ 5. Duravørðar skulu, meðan teir eru til arbeiðis, hava samleikaprógv uppi á sær og skulu, eftir umbøn, vísa gestum og myndugleikum hetta.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 13. januar 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)