Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. januar 2010Nr. 1
Fráboðan um at broyta fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
Í fráboðan nr. 84 frá 30. september 2008 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 129 frá 25. september 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Nr. 37 í § 14 verður orðað soleiðis: “37) Ll. nr. 151 frá 10. november 1995 um borgan fyri kommunulánum og umlegging av kommunulánum.”
2) Sum nýtt nr. 49a í § 14 verður sett: "49a) Ll. nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin), § 5 stk. 5, § 9 stk. 1, 2 og 3, § 43 stk. 2, § 46 stk. 2, § 47, § 52, § 53 stk. 2 og § 54.”
3) Sum nýtt nr. 49b í § 14 verður sett: “49b) Ll. nr. 13 frá 16. februar 2001 um landskassaveðhald fyri lánum frá "Kreditforeningen af Kommuner i Danmark" til føroyskar kommunur.”
4) Í § 15 verður “landi, mál viðvíkjandi ávirkan kommununar á landsbúskapin” broytt til “landi og kommunum”.
5) Nr. 2 í § 16 verður orðað soleiðis “2) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 2: Kommunuskattur. Fíggjar-, íløgu- og lønarviðurskifti í kommunum.”
6) Sum nýtt nr. 12a í § 49 verður sett: “12a) Lov nr. 178 af 16. Maj 1934 om offentlige Indsamlinger, sbr. ræðislógini § 2.”
7) Nr. 43 í § 49 verður strikað.
8) Afturat nr. 48 í § 49 verður sett: ”, tó ikki § 5 stk. 5, § 9 stk. 1, 2 og 3, § 43 stk. 2, § 46 stk. 2, § 47, § 52, § 53 stk. 2 og § 54.”
9) Nr. 49 í § 49 verður strikað.
10) Nr. 3 í § 51 verður orðað soleiðis: ”3) Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 2: Kommunal mál. Harundir hoyra stjórnan av kommununum og eftirlit við teimum, undantikið fíggjar-, íløgu- og lønarviðurskifti í kommunum.”
11) Stk. 5 í § 56 verður strikað.
§ 2
Fráboðanin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2010.
Løgmansskrivstovan, 19. januar 2010
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)