Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. desember 2021Nr. 1
Kunngerð um miðlastuðul til verkætlanir
Við heimild í § 4, stk. 4, § 8, stk. 4 og § 9, stk. 2 í løgtingslóg nr. 35 frá 31. mars 2017 um miðlastuðul (Miðlastuðulslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 5. mai 2021, verður ásett:
Nýtsluøki
§ 1. Verkætlanarstuðul kann latast til greinarøð, heimildarsending, poddvarp o.a., ið tíðindamiðlar framleiða við journalistiskari dygd og samfelagsligum virði.
Umsóknir
§ 2. Umsókn verður skrivað á oyðublað til endamálið frá heimasíðu ráðsins. Umsóknin skal í minsta lagi innihalda hesar upplýsingar:
1) Navn á miðli og ábyrgdara, v-tal, bústað, peningastovn og kontonummar,
2) navn og førleikar hjá verkætlanarleiðara og møguligum miðlatoymi,
3) lýsing av hugskoti, verkætlan og samfelagsliga virðinum,
4) fíggjarætlan, undir hesum útgreinaðar útreiðslur og møguligar inntøkur,
5) tíðarætlan, og
6) upphædd, sum søkt verður um.
Stk. 2. Lýst verður alment eina ella tvær ferðir um árið.
Stuðul til verkætlan
§ 3. Verkætlanin, sum søkt verður um stuðul til, skal lýsast nágreiniliga, so Miðlastuðulsnevndin kann meta um journalistisku dygdina og samfelagsliga virðið. Verkætlanarlýsingin skal fevna um:
1) Endamál,
2) evnisøki og innihald,
3) málbólk,
4) vav, og
5) miðlapall og miðlaætlan.
Stk. 2. Verkætlanir skulu í minsta lagi verða mettar til 80 tímar og í mesta lagi til 1800 tímar. Talan kann vera um bæði einstaklingaavrik og toymisarbeiði og um loftborið og skrivað tilfar.
§ 4. Tá umsóknir um stuðul verða viðgjørdar, verða journalistisk eyðkenni at galda sum metingarstøði. Mett verður um journalistiska dygd og samfelagsligt virði við støði í upplýsingum, ið umsøkjari hevur latið Miðlastuðulsnevndini sambært §§ 2 og 3.
Stk. 2. Miðlastuðulsnevndin kann útvega sær hjálp frá serkønum innan journalistiska yrkið.
Útgjald og eftirlit
§ 5. Miðlastuðulsnevndin kann almannakunngera stuðulsmóttakarar og stuðulsupphæddir.
Stk. 2. Miðlastuðulsnevndin ger leiðreglur um útgjald og kann taka avgerð um, at partur av játtaða miðlastuðlinum verður útgoldin umsøkjara, tá ið verkætlanin byrjar, og at restin av játtaða miðlastuðlinum verður útgoldin, tá ið verkætlanin er endað.
Stk. 3. Umsøkjari skal lata Miðlastuðulsnevndini roknskap og frágreiðing um, hvussu verkætlanarstuðulin er nýttur, tá verkætlanin er endað ella í seinasta lagi 1. apríl árið eftir játtanarárið.
Gildiskoma
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 23. desember 2021
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)