Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. februar 2009Nr. 10
Kunngerð um heilsufrøðiligar treytir fyri fiskiskapi, viðgerð, tilvirking og sølu av livandi tvískeljaðum lindýrum, tindahúðum, sjópungum, gággum og kúvingum 1)
Við heimild í § 9, §§ 12-17, § 38a, § 47 og § 48, stk. 2, í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur verður ásett:
Kapittul 1
Øki og allýsingar
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap, tøku, viðgerð og umsetning av livandi tvískeljaðum lindýrum, ætlað til matna ella til víðari tilvirking.
Stk. 2. Undantikið ásetingarnar um reinsing, er kunngerðin eisini galdandi fyri livandi tindahúðir, sjópungar, gággur og kúvingar.
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) Tvískeljað lindýr: lindýr av slagnum Lamellibranchiata, sum sílar føðina, áðrenn hon verður upptikin.
2) Ekspeditiónssentur: anlegg á landi ella á sjónum, sum er góðkent til móttøku, konditionering, vasking, sortering og pakking av livandi tvískeljaðum lindýrum, sum eru egnað til matna.
3) Reinsianlegg: góðkent anlegg við tangum ella kørum, sum fær reinan saltan sjógv tilførdan, og har lindýrini verða løgd nóg leingi til, at ein mikrobiologisk reinsing kann fara fram, so tey verða egnað til matna.
4) Konditionering: fyribils goymsla av livandi tvískeljaðum lindýrum, sum hava eina nøktandi mikrobiologiska góðsku, í tangum ella kørum við reinum sjógvi ella á natúrligum vakstrarøkjum, fyri at beina burtur sand, runu og slím.
5) Endurútlegging: at lindýr, undir eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, verða flutt til góðkent øki nóg leingi til at ein mikrobiologisk reinsing kann fara fram.
6) Flutningur: at lindýr, undir eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, verða flutt til góðkent øki við víðari vøkstri fyri eyga.
7) Umsetningur: goymsla ella útboð við keypi ella sølu, marknaðarføring, levering ella einum og hvørjum øðrum umsetningi av livandi tvískeljaðum lindýrum beinleiðis til matna ella tilvirking í ES-landi ella triðjalandi fyri eyga.
8) Framleiðsluøki: øki, har tvískeljað lindýr verða ald ella fiskað.
Kapittul 2
Framleiðsluøki
§ 3. Livandi tvískeljað lindýr skulu vera úr framleiðlsuøkjum, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur bólkað í sonur grundað á mikrobiologisk dálkingarstøði jvb. stk. 2 - 4. Fyri skeljadýr av pecten ættini er hetta bert galdandi fyri úrdráttir úr akvakulturdýrum.
Stk 2. Livandi tvískeljað lindýr, tikin úr sonu A, kunnu nýtast beinleiðis til matna ella til víðari tilvirking. Livandi tvískeljað lindýr úr sonu A skulu lúka markvirðini, ásett í § 11 í hesi kunngerð, og krøvini í kunngerð um mikrobiologisk metingarstøði í matvørum v.m.
Stk. 3. Livandi tvískeljað lindýr úr sonu B kunnu verða fiskað ella tikin, men skulu ikki verða virkað til matna fyrr enn eftir viðgerð á einum reinsianleggi ella eftir endurútlegging. Tó kann tilvirking fara fram eftir framleiðsluhátti, sum er góðkendur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og sum tryggjar bakteriologisku góðskuna. Livandi tvískeljaði lindýr úr sonu B mugu ikki innihalda fleiri enn 4600 E. coli pr. 100g av kjøti og vætu millum skeljarnar í 90 prosent av sýnunum.
Stk. 4. Livandi tvískeljaði lindýr úr sonu C kunnu verða fiskað ella tikin, men skulu ikki verða virkað til matna fyrr enn eftir at hava verið endurútløgd í minsta lagi í 2 mánaðir og møguliga eisini reinsað. Lindýrini kunnu tó verða nýtt til niðursjóðingar. Livandi tvískeljaði lindýr úr sonu C mugu ikki innihalda fleiri enn 46.000 E. coli pr. 100g av kjøt og vætu millum skeljarnar.
Kapittul 3
Fiskiskapur, tøka og flutningur
§ 4. Livandi tvískeljaði lindýr skulu verða fiskað ella tikin og flutt til eitt ekspeditionssentur, eitt reinsianlegg, eitt endurútleggingarøki ella eitt tilvirkingarvirki eftir treytunum, nevndar í stk. 2-10.
Stk. 2. Fiskiskapur ella tøka av lindýrum, íroknað skeljadýr, skal ikki fara fram í einum øki uttan so, at í minsta lagi ein lindýraroynd og ein vatnroynd eru tiknar í økinum og kannaðar fyri algueitur og eitrandi algur á Heilsufrøðiligu starvsstovuni eina viku frammanundan. Er talan um tøku av lindýrum úr einum akvakulturanleggi, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan áseta ein ávísan sýnistøkuhátt.
Stk. 3. Heilsufrøðiliga starvsstovan tekur avgerð um at býta framleiðsluøki sundur í sambandi við yvirvøku av eitrandi algum. Heilsufrøðiliga starvsstovan leiðbeinir í sambandi við tøku av vatnroyndum.
Stk. 4. Farast skal ikki undir fiskiskap ella tøku í einum øki, fyrr enn Heilsufrøðiliga starvsstovan, grundað á algueiturkanningar og alguteljingar í økinum, metir lindýrini vera egnað til matna og hevur latið økið upp fyri tøku og fiskiskapi.
Stk. 5. Tá farið verður undir fiskiskap ella tøku í einum øki, skal tann, sum fiskar ella framleiðir lindýrini, einaferð um vikuna, fyrsta fiski- ella tøkudag í vikuni, í hvørjum øki taka eina lindýraroynd og eina vatnroynd til kanningar, sbr. stk. 2-3.
Stk. 6 Veiða v.m. av livandi villum pectinidae (jákupsskeljum) er undantikið kravinum um vatnsýn, sum nevnt í stk. 2 – 5.
Stk. 7. Í sambandi við fiskiskap skulu hesar upplýsingar verða skrásettar:
1) Positiónin, har fiskað verður: Gradir, minuttir og sekund, eins og nummarið ella geografiska heitið á økinum, sbr. stk. 3, og sonustatus, sbr. § 3, stk. 2-4.
2) Løggildingarnummar og móttøkustað, tá um pakking, endurútlegging, reinsing ella tilvirking av lindýrunum ræður.
3) Fyrsti fiskidagur í vikuni í einum øki.
4) Er talan um skerpaða yvirvøku, skal verða skrásett, hvør ger vatn- og lindýraroyndirnar og sendir tær inn.
5) Hvat slag av lindýrum talan er um, og hvussu nógv er tikið (so neyvt sum gjørligt).
6) Skrásettu upplýsingar skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni, tá landað verður.
Stk. 8. Tá skeljadýr verða tikin, skal eitt skrásetingarskjal verða gjørt. Skrásetingarskjalið skal verða sent Heilsufrøðiligu starvsstovuni beint eftir innsavnan og skal hava hesar upplýsingar:
1) Samleika og undirskrift lindýraframleiðarans.
2) Tøkudato.
3) Hvar framleiðsluøkið liggur og sonustatus, sbr. § 2, stk. 2-4.
4) Slag og nøgd av lindýrum (so neyvt sum gjørligt).
5) Løggildingarnummar og móttøkustað, tá um pakking, endurútlegging, reinsing ella tilvirking av lindýrunum ræður.
Stk. 9. Vísa vatnroyndir, sbr. stk. 2 og 3, eitt vaksandi innihald av eitrandi ella møguliga eitrandi algum í fiski- ella tøkuøki, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan taka avgerð um dagligar lindýra- og vatnroyndir og um, at hald skal verða lagt á lindýrini, til tey ikki longur eru eitrað.
Stk.10. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann áseta fiski- og tøkuforboð fyri ávís øki, um so er, at talið á eitrandi ella møguliga eitrandi algum í sjónum ella innihaldið av algueitri í tvískeljaðu lindýrunum nærkast altjóða ásettum markvirðum.
Stk. 11. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann áseta serligar treytir í sambandi við, at sandur skal fáast úr skeljadýrum í økjum við eitrandi algum ella algueitri.
Stk. 12. Veiða eftir livandi tvískeljaðum lindýrum skal, hóast ásetingarnar í stk. 2-11, ikki fara fram nærri enn 2,5km frá býum, bygdum, kloakkum, havnum og líknandi dálkingarkeldum, sum kunnu elva til heilsufrøðiligar ampar í tvískeljunum.
§ 5. Løggildað virki og ekspeditiónssentur, sum taka ímóti livandi tvískeljaðum lindýrum, skulu tryggja sær, at lindýra- og vatnroyndir verða tiknar úr økjum, haðani lindýrini koma, sbr. § 4, stk. 2 og 3. Tað sama er galdandi fyri virki, sum selja lindýr til eitt ES-land ella eitt triðjaland.
Stk. 2. Virki, sum eru nevnd í stk. 1, skulu føra eina rakstrardagbók, sum skal vísa, nær fiskiskapur er farin fram, hvør hevur fiskað og leverað lindýrini, úr hvørjum øki lindýrini koma, hvør hevur tikið royndirnar, hvar royndirnar ella royndir frá sama øki eru kannaðar og hvat úrslitið var.
Stk. 3. Verða lindýr tilvirkað, meðan framhaldandi yvirvøka fer fram, skal framleiðslan verða hildin aftur, til kanningarúrslitið fyri viðkomandi viku er til taks.
Stk. 4. Virki, sum selja livandi lindýr til víðari tilvirking í ES-landi ella triðjalandi, skulu tryggja sær, at móttakarin heldur lindýraúrdráttirnar aftur, til kanningarúrslitini eftir stk. 2 eru til taks.
§ 6. Løggildað virki skulu, eftir vegleiðing frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, taka kontraroynd av dagsframleiðsluni. Hesar royndir skulu verða goymdar í 12 mánaðir. Hetta er tó ikki galdandi fyri livandi lindýr, har kontraroyndin í konserveraðum líki, t.d. fryst, skal verða goymd í 1 mánað. Hetta er somuleiðis galdandi fyri virki, sum taka ímóti lindýrum við sølu til ES-land ella triðjaland fyri eyga.
Stk. 2. Virkini, nevnd eru í stk. 1, skulu, eftir leiðbeining frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, taka og senda inn stakroyndir av lindýrunum til kanningar fyri algueitur.
Stk. 3. Kanningarúrslit av royndum, sum eru tiknar og kannaðar smbrt. stk. 1 og 2, skulu skrivast í rakstrardagbókina, jvb. § 5, stk. 2.
§ 7. Livandi tvískeljað lindýr skulu verða fiskað ella tikin og flutt frá økinum til eitt ekspeditiónssentur, eitt reinsianlegg, eitt endurútleggingarøki ella eitt tilvirkingarvirki eftir treytunum í stk. 2-6.
Stk. 2. Fiskiskapur ella tøka skulu ikki hava við sær óneyðugan skaða á skeljar ella vevnað á skeljadýrunum.
Stk. 3. Hættirnir, ið verða nýttir í sambandi við fiskiskap, tøku, flutning til lands, annan flutning og viðgerð av livandi tvískeljaðum lindýrum, skulu ikki hava við sær dálking av lindýrunum, munandi verri góðsku ella broytingar, sum munandi versna um reinsing, tilvirking ella endurútlegging.
Stk. 4. Lindýrini skulu ikki verða endurútløgd í vatn, sum kann hava dálking við sær í tíðarskeiðinum millum fiskiskapin ella tøkuna og landing.
Stk. 5. Akfør ella útbúnaður til flutning av livandi tvískeljaðum lindýrum skulu verða nýtt soleiðis, at tey verja skeljarnar móti at verða dálkaðar ella brotnar. Hóskandi frárensl og hóskandi reingerðarmøguleikar skulu vera til staðar.
Stk. 6. Eitt avrit av skrásetingarskjalinum skal fylgja við partínum, tá tað verður flutt frá fiskifarinum ella aliøkinum til reinsianlegg, endurútleggingarøki ella tilvirkingarvirki. Er talan um fólk á ekspeditónssentrinum, reinsianlegginum, endurútleggingarøkinum ella tilvirkingarvirkinum, sum taka skeljadýrini, kann eitt varandi flutningsloyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni koma í staðin fyri skrásetingarskjalið.
Kapittul 4
Endurútlegging
§ 8. Livandi tvískeljað lindýr skulu bert verða endurútløgd eftir treytunum í stk. 2-9.
Stk. 2. Lindýrini skulu handfarast varliga, so tey aftur kunnu fara undir at síla føðina eftir endurútleggingina.
Stk. 3. Tá lindýrini verða endurútløgd, skulu tey ikki verða løgd tættari, enn at reinsing kann fara fram.
Stk. 4. Livandi tvískeljað lindýr skulu verða løgd í sjógv á endurútleggingarøkinum í longri tíðarskeið enn tað tekur at fáa nøgdina av E. coli niður á ásetta støðið.
Stk. 5. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann gera av, hvønn minstahita vatnið skal hava, fyri at endurútleggingin skal verða nøktandi fyri hvørt slag av tvískeljaðum lindýrum sær og fyri hvørt góðkent endurútleggingarøki.
Stk. 6. Endurútleggingarøki skulu vera góðkend av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Økini skulu vera greitt atskild við boyum, steyrum ella tílíkum. Frástøðan millum ymsu endurútleggingarøkini skal í minsta lagi vera 300m. Frástøðan millum endurútleggingarøki og aliøki skal í minsta lagi vera 2,5km.
Stk. 7. Plássini í einum endurútleggingarøki skulu vera atskild soleiðis, at sleppast kann undan at partí koma í bland. Tryggjast skal, at eitt nýtt partí ikki verður endurútlagt fyrr enn partíið, sum var har frammanundan, er tikið burtur.
Stk. 8. Ábyrgdarhavandi á einum endurútleggingarøki skal áhaldandi skráseta, hvaðani lindýrini koma, endurútleggingartíðarskeiðið, endurútleggingarøkið og hvar partíið ætlandi skal eftir endurútleggingina. Skrásettu upplýsingarnar skulu vera tøkar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Stk. 9. Eftir tøku í einum endurútleggingarøki skal hvørt partí, sum verður flutt frá økinum til eitt ekspeditiónssentur, eitt reinsianlegg ella eitt tilvirkingarvirki, hava eitt avrit av skrásetingarskjalinum, jvb. § 4, stk. 6, við sær.
Kapittul 5
Reinsianlegg og ekspeditiónssentur
§ 9. Livandi tvískeljað lindýr beinleiðis til matna skulu viðgerast reinførisliga. Møgulig reinsing skal fara fram í anleggi, sum lýkur treytirnar í stk. 2-23.
Stk. 2. Gólv og veggir í reinsi- og vatntangum á einum reinsianleggi skulu vera sløtt og haldgóð og vera løtt at vaska. Reinsitangar skulu hava botn, sum hevur nøktandi hall og frárensl, sum hevur ta stødd, sum arbeiðið krevur.
Stk. 3. Lindýr, sum eru runudálkað, skulu vaskast rein við reinum vatni áðrenn reinsing.
Stk. 4. Reinur sjógvur ella saltvatn, sum er gjørt úr drekkivatni, skulu verða nýtt til reinsing av lindýrum. Endurnýtsla av vatninum kann bert fara fram eftir at serlig góðkenning er fingin frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni frammanundan, og í slíkum føri skal vatnið reinsast munagott áðrenn endurnýtslu.
Stk. 5. Reinsing skal fara fram undir nøktandi viðurskiftum og nóg leingi til, at tryggjað verður, at markvirðini í kunngerð um mikrobiologisk metingarstøði í matvørum v.m. verða hildin.
Stk. 6. Eru fleiri partí av lindýrum í einum reinsitanga, skal talan vera um sama lindýraslag og skulu tey stava frá sama framleiðsluøki ella frá økjum við somu heilsustøðu. Verða fleiri partí viðgjørd samstundis, skal viðgerðin halda á, so leingi tað er neyðugt fyri tað partíið, sum krevur longstu reinsitíðina.
Stk. 7. Kør, sum verða nýtt til reinsing, skulu verða gjørd soleiðis, at vatn kann streyma ígjøgnum tey. Tvískeljaðu lindýrini skulu hava nóg miki av plássi í kørunum, soleiðis at skeljarnar kunnu lata seg upp, meðan reinsingin fer fram.
Stk. 8. Fiskur, krabbadýr ella onnur sjódýr skulu ikki verða havd í reinsitanga, har livandi tvískeljaði lindýr verða reinsað.
Stk. 9. Eftir at reinsingin er liðug, skulu skeljarnar á lindýrunum spulast við drekkivatni ella reinum sjógvi.
Stk. 10. Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal áhaldandi hava eftirlit við, at reinsianlegg ikka fara upp um mikrobiologisku markvirðini.
Stk. 11. Eitt reinsianlegg skal áhaldandi skráseta kanningarúrslit av mikrobiologiskum royndum av:
1) vatninum í reinsianlegginum, áðrenn farið verður undir reinsing,
2) lindýrunum, áðrenn tey eru reinsað og
3) lindýrunum, eftir at tey eru reinsað.
Stk. 12. Royndartøkurnar og -kanningarnar í stk. 11 skulu gerast sum stakroyndir, men tíðum.
Stk. 13. Eitt reinsianlegg skal eisini áhaldandi skráseta:
1) hvussu nógv livandi tvískeljaði lindýr eru leverað til reinsianleggið, skrásetingarskjøl og dato, nær leverað varð,
2) nær reinsianleggið varð fylt og tømt og
3) upplýsingar um sendingar eftir reinsing.
Stk. 14. Skrásetingin í stk. 11 og stk. 13 skal vera fullfíggjað, neyv og løtt at lesa. Skrásetingin skal verða tøk hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, um biðið verður um tað.
Stk. 15. Reinsianlegg skulu bert taka ímóti livandi tvískeljaðum lindýrum, sum hava skrásetingarskjøl løgd við.
Stk. 16. Reinsianlegg, sum flyta lindýr til ekspeditiónssentur, skulu leggja skrásetingarskjøl við.
Stk. 17. Pakkningur við reinsaðum lindýrum skal verða merktur, so síggjast kann, at dýrini eru reinsað.
Stk. 18. Konditionering, íroknað at reinsa livandi tvískeljaði lindýr fyri sand, skal ikki føra til dálking av dýrunum.
Stk. 19. Konditioneringsanlegg skulu fylgja leiðbeiningum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni og serstakliga, tá talan er um bakteriologisku og kemisku góðskuna av sjógvi, sum verður nýttur í tílíkum anleggi.
Stk. 20. Útbúnaður og kør í einum konditioneringsanleggi skulu ikki dálka lindýrini.
Stk. 21. Anlegg, har lindýr verða reinsað fyri sand, og sum skal virka atskilt frá ekspeditiónssentri ella tilvirkingarvirki, skal góðkennast fyri seg av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Stk. 22. Livandi tvískeljað lindýr mugu ikki verða dálkað, tá tey verða sorterað. Sorteringin skal heldur ikki hava við sær, at lindýrini verða verri fyri til flutning ella goymslu eftir pakking.
Stk. 23. Bert reinur sjógvur ella drekkavatn undir trýsti skal verða nýtt, tá lindýr verða vaskað. Vatnið skal ikki verða endurnýtt.
§ 10. Ekspeditiónssentur skulu lúka treytirnar í stk. 2-5.
Stk. 2. Ekspeditiónssentur skulu bert taka ímóti livandi tvískeljaðum lindýrum, um skjølini í § 3, stk. 6 eru løgd við, og lindýrini koma frá góðkendum framleiðsluøki, endurútleggingarøki ella reinsianleggi.
Stk. 3. Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal áhaldandi hava eftirlit við, at ekspeditiónssentur ikka fara upp um mikrobiologisku markvirðini. Hetta er ikki galdandi, um ekspeditiónssentrið bert tekur beinleiðis ímóti lindýrum frá reinsianleggi, har tey eru kannað eftir vasking.
Stk. 4. Ekspeditiónssentur skulu áhaldandi skráseta:
1) úrslit av mikrobiologiskum kanningum av livandi tvískeljaðum lindýrum, sum koma frá góðkendum framleiðsluøki, endurútleggingarøki ella reinsianleggi,
2) dato, tá lindýrini eru leverað til ekspeditiónssentrið, íroknað kravd skrásetingarskjøl,
3) nøgd av lindýrum, sum eru leverað til ekspeditiónssentrið, íroknað kravd skrásetingarskjøl,
4) upplýsingar um sendingar frá sentrinum, íroknað navn og bústað móttakarans, dato, tá sendingin varð send, og nøgd av sendum livandi tvískeljaðum lindýrum.
Stk. 5. Skrásetingin í stk. 4 skal vera skipað í tíðarrøð (kronologisk) og skal verða goymd í minsta lagi í 12 mánaðir. Heilsufrøðiliga starvsstovan skal hava atgongd til skrásettu upplýsingarnar, um biðið verður um tað.
Kapittul 6
Heilsuásetingar fyri livandi tvískeljað lindýr
§ 11. Livandi tvískeljað lindýr til matna skulu lúka treytirnar í stk. 2-3. Harumframt skulu livandi tvískeljað lindýr til matna lúka mikrobiologisku krøvini í kunngerð um mikrobiologisk metingarstøði fyri matvørur v.m.
Stk. 2. Lindýrini skulu hava fysisk tekin um, at tey eru frísk og lívfør, íroknað at hava reinar skeljar, skulu reagera, tá bankað verður á tey, og skulu hava vanliga vætunøgd millum skeljarnar.
Stk. 3. Lindýrini mugu ikki innihalda marin biotoksin í samlaðum nøgdum (mált í øllum likaminum ella likamspørtum, sum verða etnir fyri seg) omanfyri hesi markvirði:
a) fyri paralytiskt skeljadýrseitur (PSP): 800 mikrogram pr. kg
b) fyri amnesifremjandi skeljaeitur (ASP): 20 milligram domoinsyre pr. kg
c) fyri samlaða innihaldið av okadainsyru, dinophysistoksinir og pectenotoksinir: 160 mikrogram okadainsyruækvivalentar pr. kg
d) fyri yessotoksinir: 1 mg yessotoksinækvivalentar pr. kg og
e) fyri azaspiracider: 160 mikrogram pr. kg
Kapittul 7
Pakking
§ 12. Livandi tvískeljaði lindýr skulu verða hóskandi pakkað eftir ásetingunum í stk. 2-4.
Stk. 2. Lindýrini skulu verða pakkað undir nøktandi reinførisligum umstøðum, og pakningurin skal:
1) ikki versna sansbæru eginleikarnar á lindýrunum og
2) má ikki lata frá sær heilsuskaðilig evni og
3) vera nóg sterkur til at verja lindýrini nøktandi.
Stk. 3. Ostrur skulu verða pakkaðar við kúputu skelini niður.
Stk. 4. Pakningur við livandi tvískeljaðum lindýrum skal verða latin aftur og verða verandi afturlatin, frá tí at hann fer frá ekspeditiónssentrinum, og til hann verður latin brúkaranum ella handlinum.
Kapittul 8
Goymsla
§ 13. Livandi tvískeljað lindýr skulu verða goymd og flutt undir nøktandi reinførisligum viðurskiftum eftir ásetingunum í stk. 2-3 og § 14.
Stk. 2. Í goymsluhølum skulu lindýrini liggja í hitalag, sum ikki ávirkar góðsku ella lívføri teirra. Pakkningurin skal ikki nerta gólvið í goymsluhølinum, men skal verða lagdur á eitt reint undirlag, sum er lyft upp frá gólvinum.
Stk. 3. Lindýrini mugu ikki verða løgd í vatn ella spulað við vatni, eftir at tey eru pakkað og eru farin frá ekspeditiónssentrinum, uttan so at talan er um lindýr, sum ekspeditiónssentrið sjálvt selur í smásølu.
Kapittul 9
Flutningur frá ekspeditiónssentri
§ 14. Sendingar við livandi tvískeljaðum lindýrum til matna skulu verða í afturlatnum pakningi, frá tí tey fara frá ekspeditiónssentrinum til dýrini verða seld ella latin einum handli.
Stk. 2. Í flutningsfari, sum flytir lindýr frá ekspeditiónssentrinum, skulu veggir og annað, sum kemur í samband við lindýrini, vera úr tilfari, sum ikki tærist. Veggir skulu vera slættir og lættir at vaska.
Stk. 3. Flutningsfør skulu vera útgjørd soleiðis, at tey á munagóðan hátt verja lindýrini móti nógvum hita og kulda, dálking ella dusti og móti, at skeljarnar farast av rystingum ella stoyti.
Stk. 4. Lindýrini skulu ikki verða flutt saman við vøru, sum kann dálka tey.
Stk. 5. Sendingar við livandi tvískeljaðum lindýrum frá ekspeditiónssentrum skulu verða fluttar og latnar í afturlatnum akførum ella kørum, sum hava ein støðugan hita, sum ikki gongur út yvir góðskuna ella lívføri á lindýrunum. Pakningur við lindýri skal ikki verða fluttur beinleiðis á dúrkinum í akfarinum ella á botninum í karinum, men skal liggja á undirlagi, sum er lyft upp frá dúrkinum ella botninum, ella verða styðjaður á annan hátt, so sleppast kann undan sambandi. Verður ísur nýttur í sambandi við flutning av lindýrum, skal ísurin vera gjørdur úr drekkivatni ella reinum sjógvi.
Kapittul 10
Innflutningur
§ 15. Tá tvískeljað lindýr verða innflutt úr triðjalandi, skal vøran um eina marknaeftirlitsstøð (BIP-støð) í Føroyum ella ES. Innflytarin skal mótvegis marknaeftirlitsstøðini skjalprógva, at vøran lýkur galdandi ES-reglur um innflutning úr viðkomandi triðjalandi.
Kapittul 11
Kanningarútreiðslur
§ 16. Útreiðslur í sambandi við tøku, sending, greining v.m. av royndum eftir hesi kunngerð skulu gjaldast av viðkomandi alara ella virki.
Kapittul 12
Livandi tvískeljað lindýr ætlað til víðari viðgerð
§ 17. Fyri livandi tvískeljað lindýr, sum eru ætlað til víðari viðgerð, eru §§ 2-7, § 8, § 9, § 10, stk. 2-4, § 11, stk. 2-3 og §§ 12-13 og § 15 galdandi.
Kapittul 13
Undantak
§ 18. Í teimum førum, har galdandi ES reglur víkja frá ásetingum í hesi kunngerð, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan, eftir umsókn frá framleiðara ella fiskiskipi, víkja frá reglunum í hesi kunngerð, tá umræður áseting av kanningarparametrum og títtleika.
Kapittul 14
Revsireglur og gildiskoma
§ 19. Verða ásetingarnar í § 2, stk. 1, § 3, stk. 1, og § 6, stk. 1 ikki fylgdar, kann loyvið til at fiska ella taka tvískeljað lindýr verða tikið aftur, til viðurskiftini eru fingin í rættlag.
§ 20. Verða ásetingarnar í §§ 5-6, § 7, stk. 1, § 8, stk. 1, § 9, stk. 1, § 10, stk. 1, § 11, stk. 1, § 12, stk. 1, § 14, stk. 1, og § 15 ikki fylgdar, kann loyvið, góðkenningin, flutningsloyvið ella innflutningsloyvið verða tikið aftur, til viðurskiftini eru fingin í rættlag.
§ 21. Við bót ella hefti verður tann revsaður, sum ikki heldur ásetingarnar í § 2, stk. 1, § 3, stk. 1, § 5, § 6, stk. 1, § 7, stk. 1, § 8, stk. 1, § 9, stk. 1, § 10, stk. 1, § 11, stk. 1, § 12, stk. 1, § 14, stk. 1, og § 15.
Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu verða revsaðir smbrt. § 48, stk. 3 í lógini.
§ 22. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið 5. februar 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)
1) Kunngerðin setur í gildi reglur eftir ES-direktiv 91/492/EØF af 15. juli 1991 om sundhedsmæssige betingelser for produktion og afsætning af levende toskallede bløddyr.