Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. februar 2018Nr. 10
Kunngerð um broyting í kunngerð um at leggja kærmyndugleikan eftir ymsum løgtingslógum til Vinnukærunevndina
(Broyting í sambandi við flutt málsøki)
§ 1
Í kunngerð nr. 79 frá 28. august 2008 um at leggja kærumyndugleikan eftir ymsum løgtingslógum til Vinnukærunevndina, sum broytt við kunngerð nr. 5 frá 23. januar 2012 og kunngerð nr. 71 frá 4. juni 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
”Við heimild í § 7 a í løgtingslóg nr. 51 frá 25. juli 1972 um landsvegir, sum broytt við § 16 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 64 m, stk. 2 í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum broytt við § 17 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 32 í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m, sum broytt við § 14 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 46, stk. 1 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, sum broytt við § 13 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 20 a í løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001 um postvirksemi, sum broytt við § 9 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 3, stk. 1 í løgtingslóg nr. 58 frá 22. apríl 2003 um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø., sum broytt við § 15 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 18 í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin), sum broytt við § 10 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 103 frá 20. november 2007 um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál og § 24 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., verður ásett:”
2. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Avgerðir, tiknar eftir løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni ella eftir reglum, settar sbrt. løgtingslógini, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.
Stk. 2. Avgerðir, tiknar eftir § 16 í løgtingslógini og avgerðir, tiknar eftir reglum, settar sbrt. § 16 í løgtingslógini, kunnu ikki kærast til Vinnukærunevndina.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 5. februar 2018
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)