10. februar 2015Nr. 10
Kunngerð um broyting í kunngerð um persónliga viðbót sambært almannapensjónslógini
(Viðbót til ávísar pensjónistar ikki roknast upp í inntøkuna)
§ 1
Í kunngerð nr. 19 frá 14. mai 2004 um persónliga viðbót sambært almannapensjónslógini, sum broytt við kunngerð nr. 27 frá 6. apríl 2005 og kunngerð nr. 92 frá 23. juni 2005, verður í § 4, stk. 1 orðingin “barnaviðbót, røktarviðbót og hjálparviðbót” broytt til: “barnaviðbót, røktarviðbót, hjálparviðbót og viðbót til ávísar pensjónistar sambært løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2015.
Almannamálaráðið, 10. februar 2015
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)