Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. februar 2000Nr. 10
Kunngerð um ískoyti til sálarviðgerð fyri serliga útsettar bólkar
Við heimild í § 16, stk. 1, 3 pkt., í ríkislóg nr. 573 frá 1969 “for Færøerne om den offentlige sygeforsikring”, jb. lógarkunngerð nr. 514 frá 21. juli 1989, sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 6. juni 1997, og seinast broytt við løgtingslóg nr. 153 frá 4. desember 1997, verður ásett:
§ 1. Sjúkrakassin veitir ískoyti til sálarviðgerð hjá sálarfrøðingi til:
1. ráns-, harðskaps- og neyðtøkuoffur,
2. ferðslu- og vanlukkuoffur,
3. avvarðandi til álvarsliga sálarliga sjúk fólk,
4. fólk rakt av álvarsligari avlemjandi sjúku,
5. avvarðandi til fólk, sum eru rakt av álvarsligari avlemjandi sjúku,
6. avvarðandi við andlát,
7. fólk, sum hava roynt sjálvmorð og/ella eru sjálvmorðshótt og
8. kvinnur sum fáa tikið fosturtøku eftir 12. viku, av tí at barnið var vanskapt ella líknandi.
§ 2. Nærri treytir fyri rættinum til sálarliga viðgerð eru ásettar í sáttmála ímillum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Sálarfrøðingar í Føroyum. Sáttmálin skal, áðrenn hann fær gildi, verða góðkendur av landsstýrismanninum.
§ 3. Ískoyti til bæði A- og B-limir er treytað av, at viðgerðin verður givin av einum sálarfrøðingi, sum er umfataður av tí galdandi sáttmálanum ímillum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Sálarfrøðingar í Føroyum.
Stk. 2. Treytin fyri, at ískoyti verður veitt er, at ein kommunulækni skrivliga hevur ávíst sjúklinginum, áðrenn viðgerðin byrjar. Tó kann ein kommunulækni ávísa á annan hátt, um hann metir, at sjúklingurin hevur brúk fyri bráðfengis sálarligari hjálp. Eftir hetta skal hann skjótast gjørligt útflýggjað eina skrivliga ávísing.
Stk. 3. Ávísing kann vanliga ikki gevast seinni enn 6 mánaðar eftir, at tilburðurin sambært § 1 er hendur. Ávísingin er bert galdandi, um sálarfrøðingurin móttekur hana seinast ein mánaða eftir at hon varð útflýggjað.
§ 4. Ískoyti til sálarviðgerð kann veitast til einstaklinga viðtalur, tvey persóns viðtalur og bólkaviðtalur.
Stk. 2. Tvey persóns viðtalur og bólkaviðtalur kunnu bert veitast, tá ið øll eru umfataði av sáttmálanum ímillum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Sálarfrøðingar í Føroyum, og sum longu áðrenn óhappið hendi og tey vóru ávíst til sálarfrøðing, kendu hvønn annan.
§ 5. Bæði A-limir og B-limir gjalda beinleiðis til sálarfrøðingin tann partin, ið viðskiftafólkið skal gjalda.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og Heilsumálastýrið, 11. februar 2000
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýirsmaður
/ Høgni Joensen (sign.)