15. februar 2005Nr. 10
Kunngerð um heilivágsskrá (farmakopé) og fyrimyndarreglur á heilivági
Við heimild í § 28 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991, verður ásett:
§ 1. Við føroyska farmakopé er at skilja:
1) European Pharmacopeia, 5th Edition 2005. Frá 1. apríl 2005 eisini European Pharmacopeia, 5th Edition Supplement 5.1 og frá 1. juli 2005 somuleiðis European Pharmacopeia, 5th Edition Supplement 5.2.
2) Danske Lægemiddelstandarder 2005.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 42 frá 21. juni 2004 um heilivágsskrá (farmakopé) og fyrimyndarreglur á heilivági.
Almanna- og heilsumálaráðið, 15. februar 2005
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv (sign.)