24. februar 1989Nr. 10
Kunngerð um at seta matvørulógina í gildi
Við heimild í § 54, smbr. § 58 í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Lógin kemur í gildi í síni heild 15. februar 1989.
§ 2. Umsóknir um løggilding eftir § 30, góðkenning eftir § 32 og fráboðanir um skráseting eftir § 34 av virkjum, sum eru tá lógin fær gildi, skulu vera Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í hendi í seinasta lagi 1. mai 1989.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er lýst. Samstundis fer løgtingslóg nr. 41 frá 22. juni 1972 um løggilding av virkjum og fiskiførum við framleiðslu av mati, sum broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 1. juni 1978 úr gildi.