29. januar 2013Nr. 10
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld innan eldrarøktina
§ 1
Í kunngerð nr. 151 frá 6. desember 2011 um gjøld innan eldrarøktina verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis:
“Kunngerð um gjald fyri uppihald á ellis- og røktarheimum og á eldrasambýlum”.
2. Í § 2 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Inntøkugrundarlagið verður roknað sambært ásetingunum í § 20, stk. 1-5 í løgtingslóg um almannapensjónir.”
3. Í § 3, stk. 2 verður “sum kemur aftaná mánaðin,” strikað.
4. Í § 3, stk. 4 verður “við endan av tí mánaði” broytt til: “fyri mánaðin”.
5. § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Áðrenn flutt verður inn, verður skrivlig avtala gjørd millum Almannaverkið og pensjónistin um gjaldstreytirnar á ellis- og røktarheiminum ella á eldrasambýlinum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 29. januar 2013
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)