30. januar 2026Nr. 10
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026
(Rætting í kvotutali og longt tíðarskeið fyri atgongd til norskan sjógv)
§ 1
Í kunngerð nr. 237 frá 30. desember 2025 um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2026, sum broytt við kunngerð nr. 9 frá 20. januar 2026, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 8, stk. 1, 1. pkt. verður “6.439 tons” broytt til: “4.787 tons”.
2. Í § 8, stk. 1, 3. pkt. verður “4.156 tonsunum” broytt til: “4.787 tonsunum”.
3. Í § 10, stk. 1 verður “1. januar til 1. februar” broytt til: “1. januar til 1. mars”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 30. januar 2026
Eirikur í Jákupsstovu (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)