Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juli 2019Nr. 100
Kunngerð um undirvísing í musikkskúlamiðnámi
Við heimild í § 2, stk. 6 í løgtingslóg nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) verður ásett:
§ 1. Musikkskúlamiðnámsútbúgvingin er ein 3 ára tónleikaútbúgving, ið gevur framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámsstigi, fyrireikar evnaríkar næmingar til nám á hægri tónlistaskúla, og kann geva áhugaleikarum í Føroyum eina holla tónleikaútbúgving.
Stk. 2. Miðnámsstig liggur millum vanligan musikkskúla og musikkkonservatorium. Vanligt byrjanarstig er ájavnt 6. stigi hjá Associated Board of The Royal Schools of Music.
Undirvísing
§ 2. Undirvíst verður í klassiskum tónleiki, í rytmiskum tónleiki og tónleikaframleiðslu.
Stk. 2. Ein høvuðslærugrein kann vera eitt ljóðføri, sangur, teori, lagskriving, framleiðsla, kompositión, hoyrilæra, tónleikasøga, musikkterapi og aðrar lærugreinir innan tónleikaøkið.
Stk. 3. Kravdar hjálærugreinir kunnu vera klaver, teori, hoyrilæra, søga, kamartónleikur, samanspæl ella improvisatión. Undirvísast kann í øðrum hjálærugreinum, tá ið útbúgvingarlig atlit krevja tað.
Stk. 4. Tónleikaligar hjálærugreinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingini kunnu vera samskipaðar við samsvarandi tónleikaligar lærugreinir í tónleiki á hástigi á gymnasialum miðnámsútbúgvingunum, fyri lesandi, ið ganga á báðum útbúgvingunum.
§ 3. Vikutímatalið hjá næminginum er í miðal 9 tímar.
Stk. 2. Undirvísingin er skipað soleiðis, at næmingurin skal vera til staðar í undirvísingini.
§ 4. Kommunali musikkskúlaleiðarin ger saman við samskiparanum fyri musikkskúlamiðnám námsætlanir, leiðreglur og mannagongdir fyri musikkskúlamiðnámsútbúgvingarnar undir ábyrgd musikkskúlastjórans.
Upptøka
§ 5. Útbúgvingin er fyri 14 til 25 ára gomul úr øllum landinum. Undantak í aldurskravi kann gerast, um mett verður, at grundarlag er fyri tí, sbr. § 1.
Upptøkuroynd
§ 6. Næmingar, ið verða mettir at standa eina upptøkuroynd á musikkkonservatorium eftir 3 ára musikkskúlamiðnámsútbúgving, kunnu verða upptikinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingina.
Stk. 2. Kommunali musikkskúlaleiðarin ger mannagongdir í sambandi við upptøku til musikkskúlamiðnám.
Próvtøka og royndir
§ 7. Musikkskúlanámið endar við próvtøku undir ábyrgd av kommunala musikkskúlaleiðaranum í tí skúlanum, har undirvísingin fer fram.
Stk. 2. Royndir verða hildnar á hvørjum ári.
Gildiskoma
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 2. juli 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)