Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. november 2026Nr. 100
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons
(Flyta dagar millum bólkarnar A og B)
§ 1
Í kunngerð nr. 76 frá 22. mai 2019 um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons, sum broytt við kunngerð nr. 217 frá 22. desember 2020, kunngerð nr. 163 frá 14. desember 2021, kunngerð nr. 169 frá 21. desember 2022, kunngerð nr. 140 frá 12. desember 2023, kunngerð nr. 136 frá 17. desember 2024 og kunngerð nr. 222 frá 22. desember 2025 verður í § 4 sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Fiskidagar, sum eru tillutaðir sambært stk. 2 og 3 kunnu flytast frá einum bólki til hin, um dagarnir annars ikki fara at verða gagnnýttir í tí fiskiári, teir eru tillutaðir.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og fiskimálaráðið, 13. november 2026
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)