Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. juli 2009Nr. 100
Fráboðan um at broyta fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
Í fráboðan nr. 84 frá 30. september 2008 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar sum broytt við fráboðan nr. 100 frá 20. november 2008 verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1 stk. 1 verður gjørd tann broyting at “Hans Pauli Strøm, Javnaðarflokkurin, Vestmanna..” fer úr embæti sum landsstýrismaður í heilsumálum. Í hansara stað kemur “Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin, Tórshavn.”
2) Í § 8 nr. 5 b verður í staðin fyri orðini ”tvíliðaðar samráðingar og avtalur um fiskivinnu og skattaviðurskifti,” sett: ”samráðingar og avtalur um skattaviðurskifti og samráðingar um fyrisitingarligar sáttmálar viðvíkjandi fiskirættindum umframt fundir um fiskirættindi, ið fara fram í NEAFC.”
3) § 13 nr. 1 verður strikað.
4) § 14 nr. 37 verður strikað.
5) Sum nýtt nr. 65 í § 14 verður sett: “Ll. nr. 1 frá 22. desember 2008 um gjaldførislán frá Føroya Landsstýri til Ríkisstjórn Íslands.”
6) Sum nýtt nr. 66 í § 14 verður sett: “Ll. nr. 40 frá 28. apríl 2009 um lántøku til landskassan”.
7) Sum nýtt nr. 67 í § 14 verður sett: “Ll. nr. 42 frá 4. mai 2009 um landsins játtanarskipan.”
8) Sum nýtt nr. 68 í § 14 verður sett: “Ll. nr. 50 frá 11. mai 2009 um Búskaparráð.”
9) Sum nýtt nr. 69 í § 14 verður sett: “Ll. nr. 71 frá 25. mai 2009 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Guernsey og Jersey.”
10) Sum nýtt nr. 24 í § 20 verður sett:
”24) Ll. nr. 129 frá 22. desember 2008 um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið.”
11) Sum nýtt nr. 25 í § 20 verður sett:
”25) A. nr. 185 frá 13. marts 2009 om ikrafttræden for Færøerne af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien § 29, § 34, § 36 stk. 4 og § 39 stk. 2.”
12) Sum nýtt nr. 8 í § 28 verður sett:
“Sbr. Ll. nr. 54 frá 11. mai 2009 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Upphavsrættur.”
13) § 29 verður strikað.
14) Í § 32 nr. 4 verður sett afturat § 8 stk. 1”: “§ 15 stk. 2 og § 44.”
15) § 32 nr. 11 verður strikað.
16) Í § 32 nr. 14 b verður í staðin fyri orðini ”tvíliðaðar samráðingar og avtalur um fiskivinnu.” sett: ”samráðingar um fyrisitingarligar sáttmálar viðvíkjandi fiskirættindum umframt fundir um fiskirættindi, ið fara fram í NEAFC.”
17) § 36 nr. 5 verður strikað.
18) § 37 nr. 16 verður strikað.
19) § 37 nr. 33 verður strikað.
20) Í § 37 verður sett sum nýtt pkt. 51a):
“51a) Ll. nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing”
21) § 37 nr. 87 verður strikað.
22) Sum nýtt nr. 97 í § 37 verður sett:
“97) Ll. nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin).”
23) Sum nýtt nr. 98 í § 37 verður sett:
“98) Ll. nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin).”
24) Sum nýtt nr. 99 í § 37 verður sett:
“99) Ll. nr. 73 frá 25. mai 2009 um at hækka partapeningin í P/f Fiskaaling.”
25) Sum nýtt nr. 100 í § 37 verður sett:
“100) Ll. nr. 74 frá 25. mai 2009 um elektroniska undirskrift.”
26) Sum nýtt nr. 101 í § 37 verður sett:
“101) Ll. nr. 83 frá 25.mai 2009 aling av fiski v.m.”
27) Í § 40 nr. 3 verður sett afturat orðinum “sjórættur”: “og loðslógarøki”.
28) § 43 nr. 25 verður strikað.
29) Sum nýtt nr. 31 í § 43 verður sett:
“31) Ll. nr. 48 frá 11. mai 2009 um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli”.
30) Í § 49 verður sett sum nýtt pkt. 5a):
„5a) L. nr. 55 af 27. marts 1903 om foranstaltninger mod udbredelse af rustsvampe, sbr. ræðislógini § 2.”
31) Sum nýtt pkt. 11a) í § 49 verður sett:
”11a) L. nr. 73 af 23. marts 1932 om midler til bekæmpelse af plantesygdomme m.m., sbr. ræðislógini § 2.”
32) Sum nýtt pkt. 14a) í § 49 verður sett:
”14a) L. nr. 370 af 21. december 1938 for Færøerne om bekæmpelse af smitsomme plantesygdomme og skadedyr, sbr. ræðislógini § 2.”
33) Sum nýtt pkt. 32a) í § 49 verður sett:
“Lb. nr. 565 af 28. august 1986 om ydelse af juridisk bistand samt om inkasso- og detektivvirksomhed m.v., som den er sat i kraft ved L. nr. 92 af 23. februar 1988, sbr. ræðislógini § 2.”
34) § 49 nr. 69 verður strikað.
35) Sum nýtt pkt. 71) í § 49 verður sett:
“Ll. nr. 43 frá 4. mai 2009 um at væla um Brúnna um Streymin.”
36) Sum nýtt pkt. 72) í § 49 verður sett:
“Ll. nr. 51 frá 11. mai 2009 um vegføring oman fyri Skálafjørð.”
37) Sum nýtt pkt. 73) í § 49 verður sett:
“Ll. nr. 58 frá 25. mai 2009 um tunlar norður um Fjall við tilhoyrandi vegum.”
38) Sum nýtt pkt. 74) í § 49 verður sett:
“Ll. nr. 61 frá 25. mai 2009 um at gera partafelag at gera fast samband um Skopunarfjørð.”
39) Sum nýtt nr. 13 í § 51 verður sett:
“Sbr. Ll. nr. 53 frá 11. mai 2009 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Fíggjarrættur (formueret).”
40) § 52 nr. 2 verður strikað.
41) Í § 52 nr. 12 gongur út orðið “Loðslógarøki,”
42) Sum nýtt stk. 6 í § 56 verður sett:
“Stk. 6. § 43 nr. 2 og § 49 nr. 16 fara úr gildi 1. januar 2011.”
§ 2
Fráboðanin fær gildi dagin eftir at hon er kunngjørd, tó fór Hans Pauli Strøm frá sum landsstýrismaður við gildi frá 14. juli 2009 og Aksel V. Johannesen tók við 17. juli 2009.
Løgmansskrivstovan, 17. juli 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)