Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. november 2008Nr. 100
Fráboðan um at broyta fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 84 frá 30. september 2008 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar verða gjørdar hesar broytingar:
1) Sum nýggj § 31, stk. 2 verður sett: “Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur, eftir at hava fingið samtykki til tess á landsstýrisfundi, heimild at geva øllum stjórnarráðum og stovnum undir landinum tænastuboð um, hvussu og hvørji staðarnøvn skulu nýtast av teimum í Føroyum”.
2) Í § 32 verður sett inn sum nr. 31: “31) Ll. nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð“.
3) § 37 nr. 78 verður strikað.
4) Í § 38, stk. 1 verður í staðin fyri “tyrluflúgving sett”: “tyrluflúgving, tó undantikið tyrlupallar”.
5) § 40, nr. 3 verður orðað soleiðis: “Sbr. ræðislógini § 1 stk. 2: Sjórættur.”
6) Í § 44, stk. 2 verður:“í almanna- og heilsumálum“ broytt til “almannamálum“.
7) § 50, stk. 1 verður sett afturat sum 2. pkt.: “Eisini umsitir hann landshavnir, ferjulegur, tyrlupallar og ráðgevir viðvíkjandi flogvøllum.”
8) Sum nýtt pkt. 12) verður sett í § 52: “12) Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Loðslógarøkið, sjóuppmerking og vitaverk.”
9) Sum nýtt stk. 3 í § 55 verður sett: “Stk. 3. Í førum har landsstýrismaður vegna sjúku, ella av øðrum tvingandi grundum, ikki fær røkt embæti sítt fyribils, røkir løgmaður málsøki landsstýrismansins, er ikki annað ásett. Sama er, um landsstýrismaður er farin frá, og ongin er settur í staðin.“
10) Sum nýtt stk. 4 í § 55 verður sett: “Stk. 4. Í samband við at málsøki flyta frá øðrum landsstýrismanni til annan, hevur løgmaður í ivaføri heimild at gera av, at starvsfólk, sum starvast undir einum landsstýrismanni, framyvir skulu starvast undir øðrum landsstýrismanni. Í hesum sambandi kann løgmaður flyta ræðisrættin á hølum.“
§ 2
Fráboðanin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 20. november 2008
Kaj Leo Johannesen (sign)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign)