Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. mai 2025Nr. 100
Kunngerð um ferðaendurgjald, gjald fyri leigubil og bústað til kommunulæknaavloysarar
Við heimild í § 11, stk. 3 og § 14, stk. 2 í løgtingslóg nr. 66 frá 28. apríl 2025 um at skipa heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum verður ásett:
Ferðaendurgjald og gjald fyri leigubil
§ 1. Kommunulæknaavloysari, sum Heilsutrygd hevur sett í starv, fær endurgoldið ferðaútreiðslur soleiðis:
1) Ferðing millum heimið og flogvøll ella ferjuterminal í útlandi, har til ber at ferðast til Føroya.
2) Ferðaseðil til Føroya og úr Føroyum.
3) Flutningsútreiðslur til bil.
Stk. 2. Fyri útreiðslur í sambandi við bil verður endurgjald veitt fyri:
1) At flyta bil til Føroya og úr Føroyum.
2) Tunnilsgjøld til og frá arbeiðsstaðnum í sambandi við ferðing til og úr Føroyum.
Stk. 3. Um avloysarin ikki hevur møguleika at hava bil við sær til Føroya, ella um avloysarin býr í Føroyum og ikki hevur bil tøkan, verður bilur leigaður í avloysaratíðarskeiðinum.
Stk. 4. Heilsutrygd rindar fyri leigubilin og útreiðslur í sambandi við at leiga bilin. Avloysarin rindar allar aðrar útreiðslur í sambandi við leigubilin.
Gjald fyri bústað
§ 2. Kommunan útvegar frían bústað til kommunulæknaavloysarar, sum Heilsutrygd setur í starv, í teimum førum tað ikki verður mett gjørligt hjá avloysaranum at røkja starvið frá egnum bústaði.
Gildiskoma
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2025, og samstundis fer kunngerð nr. 65 frá 29. september 2004 um hvørjar útreiðslur kommunulæknaavloysarar kunnu fáa endurgoldnar úr gildi.
Heilsumálaráðið, 27. mai 2025
Súsanna Bertholdsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)