10. november 2014Nr. 101
Kunngerð um ískoyti til tannviðgerð hjá privatstarvandi tannlækna, sum broytt við kunngerð nr. 26 frá 4. apríl 2016
Við heimild í § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015, verður ásett:
§ 1. Heilsutrygd kann veita ískoyti til tannviðgerð hjá privatstarvandi tannlækna. Ískoyti verður veitt samsvarandi sáttmálanum millum Tannlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Stk. 2. Heilsutrygd kann bera útreiðslurnar til kliniska kanning hjá persónum í aldrinum 16 til og við 17 ár í tíðarskeiðinum 1. oktober til og við 31. desember 2014.
§ 2. Nærri ásetingar um treytir og skyldur o.a. hjá tannlæknum eru í sáttmálanum millum Tannlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. oktober 2014.
Heilsumálaráðið, 10. november 2014
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 26 frá 4. apríl 2016.